Pedagogarnir hava skrivað undir nýggjan sáttmála

Talan er um sáttmála, sum fevnir um næstu trý árini

Myndir: Føroya Pedagogfelag
Jóannes Hansen
29. apríl 2024 kl. 15:06

Nýggjur sáttmáli er undirskrivaður millum Føroya Pedagogfelag og arbeiðsgevararnar, sum fevna um Konnunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.

Tað boðar Føroya Pedagogfelag frá á facebookvanga sínum. Talan er um tríára sáttmála.

Sanna á Løgmansbø sigur í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum, at við lønarlyftinum og nýggja sáttmálanum er talan um góða lønarhækkan fyri bæði pedagogar og hjálparfólk.

Sanna á Løgmansbø sigur, at strategiin hjá nýggju nevndini var at byrja av nýggjuum eftir nevndarvalið, sum var fyrr í vár. Tá vóru samráðingarnar á veg til semingsstovnin, men nú er semja undirskrivað uttan semingsstovnin.

 Felagið skrivar soleiðis:

Góðu limir

Vit hava fyri løtu síðani undirskrivað semju við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Fyri fyrstu ferð í langa tíð hevur Pedagogfelagið undirskrivað semju uttan semingsstovnin, og boðar hetta frá jaligari arbeiðsgongd millum partarnar.

Í morgin er álitisfólkafundur og vit gleða okkum til ein góðan fyrrapart saman við teimum.

Vit ynskja tykkum øllum framhaldandi góðan dag.

Heilsan

Nevndin