Pávin leiddi ikki messuna í Pæturskirkjuni nýggjársaftan

Hóast pávi Frans ikki leiddi messuna, so heitti hann frá prædikustólinum á fólk at vísa meira samhaldsfesti og næstrakærleika

Sigurjón Einarsson
1. januar 2022 kl. 17:15

Pávi Frans leiddi ikki takkarmessuna nýggjársaftan í Pæturskirkjuni, hóast hann prædikaði.

Ístaðin var tað Giovanni Battista Re, kardinalur, sum leiddi siðbundna lovsangin “Te Deum”

– Pávin ynskti bara at standa fyri prædikuni og tók avgerð at lata Re kardinal at leiða gudstænastuna, upplýsir miðlamaðurin fyri Vatikanið, Matteo Bruni, eftir messuna í gjárkvøldið.

Tað skrivar Ritzau.

Hví pávin ikki leiddi messuna verður ikki upplýst.

Stólurin hjá pávanum varð fluttur, so hann stóð við síðuna av altarinum, beint áðrenn messan byrjaði. Har sat hann til hann fór upp á prædikustólin at prædika. Her heitti hann á fólk at vísa meira samhaldsfesti og næstrakærleika undir farsóttini.

Í samband við koronutíðina, so segði tann 85-ára gamli pávin, at fólk høvdu broytt hugburð undir farsóttini.

– Meðan tey fyrstu kenda tað soleiðis, at tey vóru øll í sama báti, so sær tað fyri mong nú út sum, at mann heldur hugsar um at bjarga sær sjálvum fyrst og fremst, heldur enn at hugsa um heildina, segði hann.

Hósdagin 30. desember avlýsti pávin eisini at vitja Pætursplássið fyri at verja seg sjálvan og onnur móti koronusmittuni.

/ritzau/dpa