Frans 1. pávi tekur nú blaðið frá munninum í nýggjum lýsingafilmi, har hann heitir á fólk at lata seg koppseta fyri koronu.
– At verða koppsettur er ein kærleiksgerð. Kærleiki til sín sjálvs, sína familju og vinir og til øll fólk, sigur Frans pávi millum annað í videobrotinum, sum er at síggja á Twitter og YouTube.
Eisini fleiri erkibiskupar og kardinalar frá Norður- og Suðuramerika eru við í lýsingafilminum, har teir eisini siga seg stuðla koppseting fyri koronu.
Endamálið við lýsingafilminum, sum er framleitt av Ad Council og Vatikaninum, er at koma ivasemi móti koppsetan til lívs, skrivar AP-tíðindastovan.
Filmurin vendir sær serliga til fólk í Norður- og Suðuramerika, skrivar DR.
Frans 1. pávi (latín Franciscus) varð føddur 17. desember 1936 í býnum Buenos Aires í Argentina sum Jorge Mario Bergoglio. Pávin, sum tók við eftir Bænadikt sekstanda, er nummar 266 í røðini av pávum.
Frans pávi er fyrsti pávi í søguni úr Suðuramerika, og er eisini tann fyrsti uttanfyri Evropa í yvir 1.000 ár.