Paul Watson vil sleppa í hægstarætt fyri at verða leyslatin

Hann tvíheldur um, at hann er ósekur og tí skal hann leyslatast

Paul Watson í Grønlandi saman við sínum trúgvasta stuðli, í nógv ár, Lamya Essemlali úr Fraklandi
Áki Bertholdsen
21. august 2024 kl. 10:00

Sum vit skrivaðu í áðni hevur landsrætturin, enn einaferð, tikið støðu til, at hvala mótstøðumaðurin, Paul Watson, skal verða verandi í varðhaldinum í Grønlandi

Men tað er hann so misnøgdur við, at nú fer hann at søkja um loyvi til at leggja málið fyri hægstarætt. Hægstirættur viðgerð bara heilt serlig mál, eitt nú mál, sum ikki eru roynd áður.

Og nú skal ein nevnd so taka støðu til um málið um Paul Watson er so serligt, at tað er eitt má, hægsti rættur eigur at taka upp.

Paul Watson tvíheldur um, at hann er púra ósekur í øllum, og at tað eru japanarar, sum eru brotsfólk tí teir veiða hval. Hann sigur, at tað er brot á mannarættindini at hann skal sita í varðhaldi, tí hann er ikki lógbrótari. Tvørtur ímóti er hann vísur í, at tá ið Japan hevur biðið um at fáa hann útflýggjaðan, er tað ein hevndaratsókn.

Í Japan kann hann, í ringasta føri, fáa 15 ára fongsulsrevsing og sakførararnir hjá honum siga, at tað stendur als ikki mát við tað, hann er ákærdur fyri, nevniliga at leggja hvalaveiðumonnum forðingar í vegin.

Sakførarar halda, at veruliga orsøkin til, at japanarar vilja hava hann handtiknan, er at forða fyri, at hann kemur til Japan. Men tey halda, at tað er uttan fyri lógarmark at handtaka hann fyri brotsverk, hann kanska fer at fremja.