Tað er ringt hjá donski stjórnini at finna grundgevingar fyri, at lata vera við at útflýggja hvala-mótstøðumaðurin, Paul Watson, til Japan.
Tað halda bæði danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og Jens Sejrup, serfrøðingur í japansum viðurskiftum á universitetinum í Keypmannahavn.
Tað hevur vakt ans runt um í heiminum, at Paul Watson varð handtikin í Grønlandi tí at Japan hevur eftirlýst hann altjóða fyri at hava gjørt seg inn á hvalaveiðumenn har.
Eitt nú hava franski forsetin, Emmanuel Macron, og eisini heimskendir sjónleikarar og tónleikarar, lagt trýst á Danmark fyri at lata Paul Watson leysan aftur.
Lars Løkke Rasmussen sigur við DR, at danska stjórnin fylgjur øllum reglum á hesum øki, men at tað er ringt at finna grundgevingar fyri at Paul Watson ikki skal útflýggjast til Japan.
Hann heldur, at danska stjórnin kann ikki koma sær í ta støðu, at tey lata vera við at fylgja reglunum tí at onkur mótmælir tí .
Hann vísir á, at vit hava eina altjóða rættarsskipan og tí kann danska stjórnin ikki velja og vraka ímillum tey mál, har hendan skipanin skal haldast, og ikki haldast - samstundis sum at danska stjórnin leggur dent á, at onnur lond halda seg til reglurnar, tá ið Danmark vil hava onkran útflýggjaðan.
Hetta er ein skipan, sum nettup danska stjórnin hevur lagt dent á, eitt nú hevur danska stjórnin arbeitt hart fyri at fáa Sanjay Shah útflýggjaðan fyri at hava snýtt danska ríkiskassan fyri 9,5 milliardir.
Jens Sejrup heldur, at tað vildi verið undarligt av Danmark at gera sær ómak at handtaka Paul Watson, uttan eisini at hava gjørt sær tankar um, at hann skal útflýggjast til Japan.
– Hví í allari víðu verð skuldi hann handtakast, um so er, at hann ikki eisini verður útflýggjaður, sigur hann við TV2.
Hann heldur eisini, at hetta er eitt mál, sum kann fáa avleiðingar fyri tey góðu viðurskifti, sum eru ímillum Danmark og Japan.
Sakførarar hjá Paul Watson siga, at hann fer ikki at fáa eina rættvísa rættarviðgerð í Japan, men Jens Sejrup ávarar staðiliga donsku stjórnina ímóti at fara tann vegin.
Tað hevur einki hald í veruleikanum og fer danska stjórnin undir slíkar grundgevingar, er hetta tað sama sum, at siga, at tey ikki hava álit á myndugleikunum í Japan og tað fara japanarar at taka ógvuliga illa upp, sigur hann.