Tað er nú greitt, at hvalamótstøðumaðurin, Paul Watson skal verða verandi í varðhaldinum í Grønlandi. Ta niðurstøðu er dómarin í Sermersooq akkurát komin til.
Hann varð handtikin í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk tann 21. juli og í tí sambandi varð hann varðhaldsfongsðaður til í dag, 15. august, tí at Japan hevur eftirlýst hann altjóða fyri at hava gjørt seg inn á japanskar hvalaveiðumenn í 2010.
Síðani hava myndugleikarnir í Japan biðið um at fáa hann útflýggjaðan og tann fyrispurningurin er til viðgerðar í danska lógmálaráðnum.
Nú freistin at hava hann varðhaldsfongslan, var í dag, skuldi hann aftur fyri rættin at taka støðu til, um hann skuldi leyslatast, ella um hann skuldi verða verandi í varðhaldinum.
Og beint nú hevur dómarin so gjørt av, at hann skal verða sitandi í varðhaldinum til tann 5. septembur, siga grønlendskir miðlar.
Hevur løgmálaráðið ikki tá tikið støðu til um Paul Watson skal útflýggjast til Japan, skal hann aftur fyri rættin tann 4. septembur, har støða aftur skal takast til um hann skal leyslatast, ella verða sitandi í varðhaldinum.
Dómarin hevur framvegis ta støðu, at vandi er fyri, at 73 ára gamli Paul Watson rýmir, verður hann leyslatin. Paul Watson skeyt alt fyri eitt avgerðina inn fyri landsrættin, sum nú skal taka støðu í málinum.