Tað er nú greitt, at hvala-mótstøðumaðurin, Paul Watson, skal verða verandi í varðhaldinum í Grønlandi til 5. septembur.
Hann varð handtikin í Grønlandi 21. juli táið hann annars skuldi vera á veg til Japan forða japanesarum at veiða hval.
Nakað síðani varð hann tveittur úr Sea Shepherd, sum hann var við at stovnað, men hann er so harðligur í síni framferð, at sjálvt tey fingu nokk av honum og tveittu hann úr felagsskapinum.
Síðani hevur hann stovnað felagsskapin, Captain Paul Watson Foundation og tey hava eisini útvegað sær skipið, John Paul DeJoria. Og nú vóru tey so á veg til Japan at leggja upp í hvalaveiðina har.
Men Japan hevur eftirlýst Paul Watson altjóða fyri at hava gjørt seg inn á hvalaveiðumenn har í 2010. So tá ið John Paul DeJoria legði at í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, at bunkra, varð Paul Watson handtikin og settur í varðhaldið, ímeðan løgmálaráðið í Danmark viðgerð eina umsókn frá Japan um at fáa hann útflýggjaðan.
Hann varð settur í varðhald til 15. august, men Paul Watson skeyt avgerðina nn fyri landsrættin. Tað fekk hann einki burtur úr tí landsrættin staðfesti avgerðina.
Hósdagin, sum var 15. august, varð Paul Watson aftur førdur fyri rættin við kravi um at hann skuldi framhaldandi sita í varðhaldi.
Verjin hjá honum mótmælti, men í øðrum lagi vildi hann hava, at Paul Watson skuldi flytast á hotell - aftur fyri at hann avleveraði passið, so at hann ikki slapp til rýmingar.
Men tað tók dómarin ikki undir við og dómarin avgjørdi, at hann skuldi verða verandi í varðhaldinum til 5. septembur.
Grundgevingin er, at verður hann leyslætin, er vandi fyri at hann er rýmdur áðrenn løgmálaráðið er komið til eina niðurstøðu.
Aftur hesa avgerðina skeyp Paul Watson fyri landsrættin og í dag kom so niðurstøðan. Og hon er enn eina ferð, at Paul Watson skal verða verandi í varðhaldinum. Sostatt verður hann verðandi í varðhaldinum, sigur grønlendskir miðlar.
Vit hava meiri um eina løtu