Paul Watson er nú vorðin eitt stórmál í Danmark

Heimskend fólk leggja trýst á donsku stjórnina fyri at fáa Paul Watson leyslætnan - men danska stjórnin leggur stóran dent á altjóða samstarvið um kriminalitet

Áki Bertholdsen
2. august 2024 kl. 15:20

Málið um hendingina herfyri, at Paul Watson varð handtikin í Grønlandi herfyri, er nú vorðið eitt stórt, politiskt mál í Danmark.

Illa gitni Paul Watson varð handtikin tí Japan hevur eftirlýst hann altjóða tí hann hevur gjørt seg inn á hvalaveiðumenn í Japan í 2010.

Nú viðger løgmálaráðið í Danmark eina áheitan frá Japan um at fáa hann útflýggjaðan. Viðhaldsfólk hjá Paul Watson royna at leggja trýst á donsku myndugleikarnar fyri at leyslata Paul Watson heldur enn at útflyggja hann til Japan.

Danskir politikarar, og danska løgmálaráðið verður undirdíkt í skrivum um at fáa hann leyslætnan, og skipað verður fyri mótmælisgongum uttan fyri danskar sendistovur ymsastaðni.

Samstundis eru tað fleiri heimskend fólk úr ymsum herðashornum, sum heita á donsku myndugleikarnar um at fáa Paul Watson leyslætan.

Danska kringvarpið hevur áður upplýst, at franski forsetin, Emmanuel Macron, er ein teirra. Men síðani hava fyrrverandi sjónleikarin, Brigitte Bardot, núverandi sjónleikarin, Pierce Brosnan og tónleikarin, Bryan Adams, eisini farin upp í kórið.

Og málið er eisini endað í Fólkatinginum, har Søren Egge Rasmussen, tinglimur fyri Eindarlistan, hevur spurt løgmálaráðið um málið, tí hann heldur, at Paul Watson skal leyslatast.

Danska kringvarpið sigur, at løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, hevur lagt dent á, at Danmark er eitt rættarsamfelag sum leggur stóran dent á altjóða samstarvið um at útflýggja brotsfólk ímillum lond,

Hann sigur, at donsku myndugleikar brúka javnan skipanina um at fáa brotsfólk útflýggjað úr øðrum londum. Hann leggur eisini dent á, at málið um at útflýggjað Paul Watson til Japan, verður viðgjørdur í samsvari við rættarreglurnar og lógina um at útflýggjað brotsverk.

Paul Watson hevur fingið kenda hægstarættarsakføraran, Jonas Christoffersen, at tala sína sak. Hann er serfrøðingur í mannarættindum, hann hevur undirvíst í mannarættindum á universitetinum í Keypmannahavn og hann hevur verið stjóri í danska stovninum fyri mannarættindi.

Hann heldur, at hetta er at skjóta spurvar við kanón og hetta ætlar hann at greiða donsku stjórnini frá.

Serfrøðingur í arktiskum politikki sigur, at nú skal danska stjórin viga fyri og ímóti, hvat loysir seg best - um tað loysir seg best at halda seg væl við Japan - og við Føroyar og Grønland, sum eru av teirri áskoðan, at Paul Watson er á heilt skeivari kós. So skulu tey senda Paul Watson til Japan.

Ella skal Danska stjórnin heldur hugsa um tey kunnu koma í ringt orð summastaðni runt um í heiminum um so er, at tey útflýggja Paul Watson til Japan.