Pætur er besti ráðgevi í kongaríkinum

Pætur Jakobsen er Ársins Ungi FRI-ráðgevi 2021, har hann hevur vunnið stóra verkfrøðinga- og ráðgevara-heiðursløn frammanfyri fleiri aðrar luttakarar

Sigurjón Einarsson
5. mars 2021 kl. 10:26

Í gjár gjørdist greitt, at 35-ára gamli Pætur Jakobsen, ið arbeiðir hjá SMJ í Havn, hevur vunnið heiðursløn fyri sítt arbeiði í samband við nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrosti á Strond norðanfyri Klaksvík. Hetta hendi á aðalfundinum hjá Foreningen af Rådgivende ingeniører, FRI, at Pætur Jakobsen vann heiðurin sum Ársins Ungi FRI-ráðgevi 2021.

Førleikar á sera høgum støði

Fyrisitingarstjórin í FRI, Henrik Garver, sigur í grundgevingini, hví Pætur skuldi vinna, at hann hevur førleikar á høgum støði og hevur arbeitt víðfevnandi í samband við verkætlanina hjá Bakkafrosti.

- Pætur Jakobsen hevur, sum verkætlanarleiðari fyri tøkniligu ravmagnsútbúnaðin á nýggju smoltstøðini á Strond, víst, at hann hevur teir førleikar, sum ein fullfíggjaður ráðgevi skal ráða yvir, og her er støðið sera høgt. Hann hevur við hesari verkætlanini megnað at tikið ein lyklaleiklut, og hetta hevur hann gjørt við góðum yvirliti og góðum samskiftisevnum við kundan, sigur Henrik Garver og heldur fram:

- Pætur Jakobsen er, gjøgnum sín leiklut í verkætlanini á Strond, gjøgnum sína yrkisleið og val av útbúgving sum timburmaður, maskinmeistari og kandidatur í leiðslu & kunningarfrøði í bygging og gjøgnum sítt yrki í SMJ ein fyrimynd fyri aðrar ungar ráðgevarar og verkfrøðingar, bæði fakliga, yrkisliga og persónliga.  

Viðurkend heiðursløn

Tað eru virkini sjávi, ið tilnevna kandidatarnar, og so er tað ein dómaranevnd við royndum fólkum í vinnuni og kundar, sum eru vald av FRI, sum velja fimm finalistar í kappingini um heiðurslønina. Allir fimm finalistarnir verða eisini innstillaðir til evropeisku kappingina, EFCA Future Leader of the Year, og vinnarin fær eisini stuðul til eina altjóða undirvísingargongd, sum ger ein skikkaðan til FIDICS Future Leaders Management Certificate.