Patrick da Silva varðhaldsfongslaður

Løgreglan hevur í dag boðað KÍ frá, at Patrick da Silva, sum felagið hevur havt sáttmála við seinastu trý árini, er varðhaldsfongslaður í fýra vikur undir illgruna fyri at hava framt ymisk kynslig brotsverk. Sambært upplýsingum, sum KÍ higartil hevur fingið frá politinum, er talan um brotsverk framd í Danmark

ki.fo
25. oktober 2024 kl. 22:59

Tað var í desember 2021, at KÍ gjørdi av at geva Patrick da Silva ein nýggjan møguleika við at gera sáttmála við hann. Í sáttmálanum vóru ítøkiligar treytir settar honum, sum høvdu við sær, at livdi hann ikki upp til treytirnar, fór sáttmálin úr gildi alt fyri eitt. Umframt ein sáttmála við felagið hevur KÍ eisini útvegað spælaranum eitt lærupláss.

- Sum felag halda vit grundleggjandi, at fólk hava uppiborið ein kjans afturat, men í hesum føri er tað tíverri ein sannroynd, at vit hava gjørt eina skeiva meting, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

Fyrr í dag hevur KÍ kunnað spælarar, venjarar, hjálparfólk, høvuðsstuðlar og onnur um málið.

- Hetta er eitt serstakliga keðiligt mál. Ikki minst fyri felagið KÍ, staðfestir nevndin í KÍ.

KÍ hevur altíð lagt stóran dent á at hava eitt trygt og gott umhvørvi fyri børn og ung, og tað fer felagið eisini at gera frameftir.

- Felagið tekur hetta málið í størsta álvara, og eingin harmast meira um hetta enn vit, sigur nevndin í KÍ.

Patrick da Silva hevði sáttmála við KÍ árið út, men sáttmálin millum partarnar er uppsagdur sum beinleiðis avleiðing av hesum málinum.