Patrick da Silva kom til KÍ undan hesum kappingarárinum, tá hann í desember í fjør skrivaði undir ein eitt-ára sáttmála við KÍ.
Heimasíðan hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag skrivar í dag, at danski/brasilianski bakkurin hevur longt sáttmálan við felagið, so hann nú er galdandi til og við 2024.
Felagið skrivar, at 27 ára gamli Patrick da Silva hevur tikið stór fet í hesum kappingarárinum.
- Eftir eina heldur trilvandi byrjan, so hevur Patrick ment seg hetta kappingarárið til at vera bestur á sínum plássi. Serliga eru tað Champions League og Conference League avrikini, sum hava víst, at vit eiga besta vinstra bakk í landinum, skrivar heimasíðan hjá KÍ.
Patrick hevur áður umboðað feløg sum Brøndby, FC Nordsjælland og Lyngby.
Kom í andglettin
Í oktober 2020 valdi Lyngby at ógilda sáttmálan við Patrick da Silva, har hann spældi tá. Orsøkin æt tá, at partarnir ikki longur hóskaðu saman, segði ítróttarstjórin í Lyngby, Andreas Byder.
Síðan hoyrdist ikki nógv um evnaríka leikaran, sum fór at spæla við Tårnby FF í Danmarkseriuni, men tað hevði sína orsøk, tí um hetta mundi koyrdi ein sak ímóti honum, har hann tann 11. mars í fjør varð dømdur 20-daga treytaða fongsulsrevsing fyri blygdanarskemd móti einari 14-ára gamlari gentu.
27-ára gamli Patrick da Silva valdi ikki at kæra dómin, og í samrøðu við Ekstra Blaðið tann 21. november í fjør, viðurkendi Patrick, at hann hevði gjørt nakað skeivt, tá hann via Snapchat og Instagram sendi myndir til eina 14-ára gamlari gentu, hóast hann, sambært honum sjálvum, varð blivin upplýstur av gentuni, at hon var eldri.
Rætturin vurderaði tó, at gentan fleiri ferðir hevði gjørt honum varugan við sín aldur.
– Eg havi gjørt okkurt, sum eg ikki átti at havt gjørt. Og eg eri mest av øllum skuffaður av mær sjálvum, at tað kundi enda soleiðis, segði Patrick da Silva við Ekstra Blaðið í november í fjør.
Hóast tað hevur verið trupult hjá honum at fáa ein sáttmála við donsk feløg, so fekk hann í KÍ ein nýggjan møguleika at fáa sína yrkisleið sum fótbóltsspælari upp á rættkjøl aftur, og hann hevur tikið av, tí nú hevur hann longt sáttmálan við KÍ við tveimum árum.