Partar av Moulin Rouge í París dottnir niður

Tað var í nátt, at partar av kendu ferðafólka-attraktiónini í 18. arrondissement-býarpartinum í París fullu. Eingin fólkaskaði var og boðað verður frá, at burðargrindin sjálv ikki er í vanda.

Rúni Korsgaard
25. apríl 2024 kl. 12:08

Nágreiniliga eru veingirnir dottnir niður frá víðagitnu reyðu mylluni. Harumframt vanta tríggir teir fyrstu bókstavirnir ”MOU” av framsíðunavninum.

Orsøkin til at veingirnir og nakrir av bókstavunum vanta er enn ikki staðfest.

Moulin Rouge, ið er staðsett nærindis Montmatre í París, er gitin kabarett, allarhelst millum gitnastu av sínum slag í heiminum. Kabarettin varð sett á stovn í 1889 og er millum annað kend fyri at vera staðið, har can-can-dansurin kom fram á fyrsta sinni og annars fyri sínar sermerktu framsýningar.

Í hesum døgum ber til at eta og drekka champagne umframt at undirhald av ymsum slag er á Moulin Rouge.


Kabarettin fyllir 135 ár 6 oktobur í ár.