Partaeigarar í Bakkafrost fara at fáa 216 milliónir krónur í vinningsbýti

Bakkafrost fer at gjalda sínum partaeigarum umleið 216 milliónir krónur í vinningsbýti fyri 2020. Hendan avgerð varð tikin til árliga aðalfundin í síðstu viku. Vinningsbýtið verður væntandi útgoldið síðst í apríl

Sigurjón Einarsson
14. apríl 2021 kl. 09:37

Heimsins triðstørsta alifyritøka, Bakkafrost, fer at gjalda sínum partaeigarum vinningsbýti fyri í alt umleið 216 milliónir krónur. Hetta er greitt eftir árliga aðalfundin hjá alifyritøkuni í síðstu viku.

Sjálv avgerðin at gjalda sínum partaeigarum kemur neyvan óvæntað, men tað høvdu neyvan verið nógv, ið høvdu skoytt tí ein tanka, um alifyritøkan hevði avgjørt at afturhildið vinningsbýti hesuferð vegna koronustøðuna og eitt lakari úrslit á botnlinjuni.

Úrtøkan í fjør gjørdist 462,8 milliónir krónur í mun til 802 milliónir krónur árið fyri. Samlaða tøkan var í fjør 85.686 tons. Árið fyri var samlaða tøkan 65.000 tons, so hóast samlaða tøkan var størri enn árið fyri, so var úrslitið heldur lakari.

Ársroknskapurin var góðtikin av nevndarformanninum, Rúna M. Hansen, sum samstundis var afturvaldur sum nevndarformann á aðalfundinum, meðan Johannes Jensen, Teitur Samuelsen, Annika Frederiksberg, Øystein Sandvik og Einar Wathne eisini vórðu afturvald sum nevndarlimir.

Bakkafrost er skrásett á keypsskálanum í Oslo.