Paranoia: Nýggj bók frá Jógvani Isaksen

Ein amerikansk kvinna verður fyrst í marsmánað funnin druknað úti á Boðanesi. Hannis Martinsson og William Hammer siga báðir sín part av søguni um uppkláringina av tí, sum vísir seg at vera eitt dráp

Tíðindaskriv
25. november 2020 kl. 09:50

Hon leit eina seinastu ferð út í tann myrka himmalin og niður í tey hvítu aldubrotini, tá ið hon fekk eitt harðligt skump í ryggin. Hon fór sendandi út av klettinum, og sekundið áðrenn hon kom niður í meldurin av gróti og brotum, skeytst tað upp á hana: Bara tað ikki var Krakin, sum var eftir henni!

Ein amerikansk kvinna verður fyrst í marsmánað funnin druknað úti á Boðanesi. Hannis Martinsson og William Hammer siga báðir sín part av søguni um uppkláringina av tí, sum vísir seg at vera eitt dráp. Skjótt koma aðrar ræðandi hendingar hesari á baki - og so er koronan komin til Føroya. Um somu tíð er tað líkt til, at aftan fyri hendingarnar búgva royndir hjá stórveldunum at gera sína ávirkan galdandi.

Paranoia er fyrsta bókin, har bæði Hannis Martinsson og William Hammer trína inn á pallin.

Jógvan Isaksen: Paranoia. Ein Hannis Martinsson og William Hammer krimi. Gjørt permu, umbrotið, prentað og heft: Føroyaprent. Marselius, 319 blaðsíður.