Nú um dagarnar er ein nýggj Dimma komin í handlar og kioskir kring landið. Blaðið hesa ferð er 56 síður við nógvum tilfari, heilt úr Suðuroy til Norðoyggjar.
Les um mannin aftan fyri landapláguna, Grøv nummar 13. Hann var bæði ómusikalskur og dugdi illa at syngja - men tá ið hann hoyrdi Bob Dylan syngja, helt hann, at so kundi hann eisini.
Les eisini um danska læknan, sum hevur funnið sítt paradís - í Klaksvík.
Í blaðnum hava vit eisini eina fakliga meting um, hví Suðuroyartunnilin er ein spurningur um lív ella deyð - og um samfelagsligu støðuna í Føroyum sum heild.
Vit vóru til staðar, tá ið nýggi, stásiligi Finnur Fríði, kom á Gøtu og vit hava tosað við borgarstjórarnar í Norðoyggjum og fáa eina løtumynd av støðuni beint nú.
Vit hava eisini tosað eisini við onnur fólk har norðuri, eitt nú við ein tann mest umrødda KÍ-aran, Árna Frederiksberg.
Og í blaðnum hava vit eisini eina drúgva frágreiðing um eitt fyruibrigdi nógv hava hoyrt um, men sum fá vita hvat er fyru nakað, nevniliga krypto-gjaldoyra. Hvat er tað og hvussu virkar tað - tað fært tú alt at vita um í Dimmalætting hesa ferð.