International Consortium of Investigative Journalists (ICIJ), altjóða journalistsamtakið, sum í 2013 almannakunngjørdi Panama skjølini, hevur nú aftur latið úr hondum ein stóran leka av fíggjarskjølum, og Pandora skjølini, sum nýggi lekin verður kallaður, er enn størri og meira umfatandi enn Panama skjølini.
Nýggi Pandora lekin umfatar ikki færri enn 11,9 milliónir skjøl, ið fylla 2.94 terrabytes av dátum. Skjølini koma frá 14 keldum.
Sambært ICIJ eru fleiri enn 330 politikkarar nevndir í skjølunum, umframt 130 milliarderar á Forbes listanum. Harumframt eru eisini onnur kend fólk, svikamenn, narkobarónar, limir í kongshúsum og átrúnaðarligir leiðarar nevndir.
Sambært BBC teljast millum nevndu ríkfólkini kendir stuðlar hjá konservativa flokkinum í Stórabretlandi, kongurin í Jordan, Aliyev familjan, ið situr við valdið í Azerbaijan, forsætisráðharrin í Kekkia, forsetafamiljan í Kenya og fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, og kona hansara Cherie Blair.
Skjølini koma frá 14 keldum frá sokallaðum skattaparadísum, eins og Panama skjølini vóru á sinni. Skjølini ganga aftur til 1970’ini, men sambært ICIJ eru flestu skjølini frá millum 1996 og 2020.
Teir fleiri enn 330 politikkararnir, ið eru nevndir í skjølunum, koma frá fleiri enn 90 londum og økjum.
BBC ger í sínari frágreiðing um Pandora skjølini greitt, at tað er ikki altíð ólógligt at nýta eitt skattaskjól, men at hetta verður aloftast sæð um óetiskt.
Tað eru nakrar góðar orsøkir til at nýta skattaskjól til pengarnar hjá sær, millum annað fyri at tryggja pengarnar ella at tryggja sín egna samleika. Men skattaskjól verða, eins og Pandora skjølini vísa, eisini nýtt av kriminellum harkaliðum og øðrum brotsmonnum, so sum narkobarónum.
Keldurnar, ella feløgini, ið Pandora lekin fevnir um, eru:
All About Offshore Limited, Seyskelloyggjar
Alemán, Cordero, Galindo & Lee, Panama
Alpha Consulting Limited, Seyskelloyggjar
Asiaciti Trust Asia Limited, Hong Kong
CCS Trust Limited, Belis
CIL Trust International, Belis
Commence Overseas Limited, Jomfrúoyggjar
Demetrios A. Demetriades LLC, Kypros
Fidelity Corporate Services Limited, Jomfrúoyggjar
Glenn D. Godfrey and Company LLP, Belis
Il Shin, Hong Kong
Overseas Management Company Inc., Panama
SFM Corporate Services, Sveis og Sameindu Arabisku Emiratunum
Trident Trust Company Limited, Jomfrúoyggjar