28-25 til Sveis. Tað var úrslitið, tá ið Føroyar fyri fyrstu ferð spældu í EM endaspæli í hondbólti fyri kvinnur. Fyrstu løtuna riggaði einki hjá føroysku spælarunum, sum kendust vera øgiliga tyngdar av nervum og gjørdu mistøk, sum tær vanliga als ikki gera.
Eftir fyrra hálvleik var 13-7 til sveisisku vertirnar. Tølini siga, at álopsspælið hjá Sveis ikki var so ógvuliga sannførandi, tí tað er sjáldan, at tað bara verða skorað 13 mál í einum hálvleiki. At Sveis ikki skoraði fleiri mál komst av, at Annika Fríðheim Petersen var so stinn í føroyska málinum.
-Vit mugu bara ásanna, at tað vóru manglandi royndirnar og nógvu mistøkini, sum kostaðu stig, staðfestir føroyski venjarin Claus Leth Mogensen í samrøðu við Sáru Jógvansdóttir í Kringvarpi Føroya, og hann heldur fram:
-Tá ið vit seinnapartin sunnudagin fara at spæla ímóti Kroatia, so rokni eg við, at spælararnir vera væl betri fyri, enn teir vóru langa løtu í kvøld. Síðstu stóru tjúgu minuttirnar vístu okkara spælarar heilt øðrvísi avrik. Tá avrikaðu tær soleiðis, sum vit vita, at tær megna, og tað rokni eg við, at tær fara at gera sunnudagin, sigur Claus Leth Mogensen landsliðsvenjari.
Sveis – Føroyar 28-25 (13-7)
Føroyar: Pernille Brandenborg 7/10, Jana Mittún 7/10, Lukka Arge 2/3, Turið Arge Samuelsen 2/3, Elsa Egholm 1/1, Bjarta Osbjerg Johansen 1/1, Anna Elisabeth H. Weyhe 1/2, Maria P. Nólsoy 1/2, Súna K. Hansen 1/3, Lív S. Poulsen 1/3, Brynhild Pálsdóttir 1/4 , Marita Mortensen, Rannvá Olsen, Brynja Høj
Bjargingar: Rakul S. Wardum 8/20 (40 %), Annika Fríðheim Petersen 9/23 (39,1 %).
Dystargongdin:
5 minuttir: 1-0
10 minuttir: 4-2
15 minuttir: 6-2
20 minuttir: 8-3
25 minuttir: 10-5
30 minuttir: 13-7
35 minuttir: 17-9
40 minuttir: 19-12
45 minuttir: 21-13
50 minuttir: 23-17
55 minuttir: 24-21
60 min: 28-25