Klaksvíkingar vóru lættir og fegnir, tá ið Áki Leitisstein Hansen bríkslaði fyri síðstu ferð í kvøld, og máltalvan undir Mýruhjalla vísti 0-1.
Tepri sigurin ber við sær, at KÍ eftir 10 umfør hevur 24 stig, og at tað eru trý stig fram til Víking og HB.
Einasti málskjúttin var í 18. Minutti miðverjin Cedric Yambéré. Hann var hægstur og sendi stutt úr málinum bóltin í málið eftir fínt innlegg frá Árna Frederiksberg.
Tað var ikki nógvur friður yvir spælinum, og tað var lívligt og støðugt spenningur, og Skála hevði fýra minuttir undan steðginum heilt stóran møguleika at javna, men KÍ málverjin stórbjargaði, tá ið álopsspælarin hjá Skála Carlos Ferreira var púra blankur eftir kiks í KÍ verjuni.
KÍ var omaná, men talan var ikki um stórvegis mun á liðunum, og eisini í seinna hálvleiki vóru tað spentar støður í báðum endum. Eitt nú stórbjargaði Skála málverjin Karstin Hansen.
KÍ liðformaðurin og toppskjúttin Páll A. Klettskarð fegnaðist eftir dystarlok um sigurin, men hann helt ikki, at tað var so nógv annað at fegnast um enn stigini:
-Leikliga avrikið hjá okkum var ikki gott, og um vit halda fram við sovornum, so fer tað ikki at bera langt. Nú fara vit til hús at arbeiða víðari og vónandi at fáa tað at handa frægari saman. Tað er altíð torført at spæla her á Skála. Nú hava vit verið her tvær ferðir í ár, og vit fegnast um, at úrtøkan er tveir teprir sigrar, og at vit ikki skulu út á Skála aftur í ár, sigur Páll A. Klettskarð í samrøðu við Rúna á Reynatrøð í FM1.
Úrtøkan hjá Skála er 10 stig, og skálamenn iðra seg um, at hon ikki er eitt sindur størri.
-Bæði í kvøld ímóti KÍ og í fyrra dystinum, tá ið vit taptu 2-1, kundu vit væl havt vunni’ eitt stig, staðfestir Skála miðverjin og liðformaðurin Jákup Jakobsen, sum eisini ásannar, at tað kostar nógv, tá ið tað ikki eydnast at taka av, tá ið møguleikarnir eru at skora mál.
Skála – KÍ 0-1 (0-1)
0-1: Cedric Yambéré 18.
Dómari: Áki Leittisstein Hansen
Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Markus J. Hellisdal, Jákup Jakobsen, Kristian Martin Jakobsen, Djóni Petersen – Karl Martin Johansen, Teitur Poulsen, Marjus Nón, Markus Isaksen – Carlos Ferreira
Venjari: Pauli Poulsen
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Cedric Yambéré, Børge Petersen, Ahmed Latif – Claes Philip Kronberg, René Shaki Joensen, Dan í Soylu – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jonn
Víkingur | 10 | 9 | 0 | 1 | 27 | 6 | 27 |
HB | 10 | 9 | 0 | 1 | 22 | 7 | 27 |
KÍ | 10 | 8 | 0 | 2 | 20 | 7 | 24 |
NSÍ | 10 | 6 | 0 | 4 | 20 | 14 | 18 |
B36 | 10 | 4 | 2 | 4 | 17 | 15 | 14 |
07 Vestur | 10 | 4 | 2 | 4 | 13 | 17 | 14 |
Skála | 10 | 3 | 1 | 6 | 13 | 18 | 10 |
EB/Streymur | 10 | 1 | 1 | 8 | 10 | 19 | 4 |
B68 | 10 | 0 | 3 | 7 | 6 | 19 | 3 |
ÍF | 10 | 0 | 3 | 7 | 9 | 35 | 3 |
Leygardagin 25. mai
Víkingur – 07 Vestur: Bjarki Danielsen kl. 19.00
NSÍ – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00
HB – ÍF: Eiler Rasmussen kl. 17.00
Sunnudagin 26. mai
KÍ – B68: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
EB/Streymur – Skála: Rúni Gaardbo kl. 15.00