Nú verður av álvara talt niður. Klokkan 18 verður fyrsta bríksl á Hilsingen Arena í Göteborg, har KÍ fer at royna seg ímóti svenska meistaraliðnum BK Häcken. Dómari er eingilski Andrew Madley, sum hevur royndir í bestu eingilsku deildini.
Hjá KÍ er Børge Petersen í miðverjuni saman við Odmar Færø og Vegard Ferren, meðan Heini Vatnsdal er á beinkinum.
Deni Pavlovic er á sentrala miðvøllinum, meðan Hallur Hansson, sum fyri einari viku síðani var millum teir fyrstu ellivu, er á beinkinum.
Páll A. Klettskarð, sum hevur verið skaddur síðani fyrst í juni, er í kvøld á beinkinum.
Fyri einari viku síðani var úrslitið millum hesi bæði liðini málleysur javnleikur, tá ið tey hittust í Klaksvík.
Tað eru 21 hitastig í Göteborg. Tað er turt og sólin sær yvir graslíkisvøllin.
KÍ: Nils Jonatan Johansson – Børge Petersen, Odmar Færø, Vigard Forren – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Luc Kassi, Claes Philip Kroner
Á beinkinum: Markus Pettersen, Patrick Da Silva, Páll A. Klettskarð, Jonn Johannesen, Sivert Gussiås, Símun Kalsø, Heini Vatnsdal, Hallur Hansson, Issah Ahmed Latif, Jóhan Josephsen