Fremsti maður á KÍ liðnum, sum klokkan 17 fer á vøllin í Sarpugerði at spæla ímóti Víkingi, verður Páll A. Klettskarð. Hann er higartil í ár toppskjútti í bestu deildini. Páll hevur verið við í 22 dystum, og hann hevur skorað 19 mál.
Í 2009 var Páll, sum nú er 34 ára gamal, á KÍ liðnum í tveimum dystum. Í 2010 og 2011 spældi hann nakrar dystir fyri Víking. Hann skoraði fimm mál í 2010 og tvey mál í 2011. Einki av hesum málunum skoraði hann ímóti KÍ.
Síðani í 2012 hevur Páll spælt nógvar dystir ímóti Víkingi og sambært hagtølunum hjá FaroeSoccer hevur hann skorað 18 mál í landskappingardystum ímóti Víkingi.
Fyri Páll hevur tað ikki so nógv at siga, um tað er hann ella onkur annar, sum skorar málini. Tølini siga, at tað er torført at skjóta mál ímóti Víkingi, tí higartil í ár eru í 22 landskappingardystum bara 10 mál farin ígjøgnum hjá Bárði á Reynatrøð.
-Víkingarnir eru sera væl skipaðir, og mistøkini eru heilt fá. Vit hava vunnið 2-1 ímóti teimum í Klaksvík fyrr í ár, og vit hava tapt 2-0 í Klaksvík ímóti teimum fyrr í ár. Stigatalvan sigur, at Víkingur fer at vinna FM. Í kvøld snýr tað seg hjá okkum um at vinna fulla úrtøku og harvið forpurra, at teir longu í kvøld fara at fegnast um FM heitið. Teir eru sera knáir, men tað hevur gingið væl hjá okkum seinastu ferðirnar, og vit eru uppsettir uppá, at tað skal eydnast at vinna, sigur Páll A. Klettskarð.