Í útgangsstøðu er talan um 4-3-3 uppstilling hjá KÍ, sum klokkan 17.45 fer at spæla ímóti franska Lille. Hetta er fyrsti dystur yvirhøvur í eropeiskum bólkaspæli í Føroyum.
Hóast talan er um 4-3-3 uppstilling, so hevur KÍ venjarin Magne Hoseth sagt, at talan verður um verjukenda útgangsstøðu, og at ætlanin er í løtum at leypa á, at varðveita bóltin á KÍ fótum so leingi, sum tað ber til, og at leggja nógv fyri at fáa nyttu úr deyðbóltsstøðum.
Tað kann eisini fara at vísa seg, at uppstillingin verður broytt at vera 5-4-1 uppstilling soleiðis at skilja, at Deni Pavlovic verður triði miðverjin, og at Árni Frederiksberg og Claes Philip Kronberg taka stórt tak í verjupartinum
KÍ – Lille kl. 17.45
KÍ: Nils Jonatan Johansson – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva – René Shaki Joensen, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskar, Claes Philip Kronberg
Á beinkinum: Markus Olsen Pettersen, Mads Bo Mikkelsen, Luc Kassi, Sivert Gussiås, Símun Kalsø, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Silas Gaard, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Hallur Hansson, Ahmed Latif, Jóhan Josephsen