Palermo F.C. hevur í dag boðað frá, at eigarafelagið handan Manchester City, City Football Group, hevur keypt meirilutan av partabrøvunum í italienska fótbóltsfelagnum Palermo. Sostatt er City Football Group nú høvuðseigari í felagnum.
Tann fyrrverandi høvuðseigarin av felagnum Dario Mirri, varðveittir 20 prosent av øllum partabrøvum í felagnum. Dario Mirri heldur eisini á fram sum forseti og nevndarformaður í felagnum.
Palermo, sum júst er flutt upp aftur í Serie B, ið er næstbesta deildin í Italia, er eitt vælumtókt og viðurkent felag, hóast felagið ikki er millum tey størstu í landinum.
Seinast felagið var í bestu italiensku deildini var í tíðarskeiðnum frá 2004 fram til 2017, tá felagið flutti niður. Tvey ár aftaná fór felagið á húsagang. Tískil var felagið flutt niður í fjórðbestu italiensku deildina.
Felagið hevur uppá fá ár vunnið seg upp í næstbestu deildina aftur, og nú droyma uppflytararnir við nýggju eigarunum um at flyta upp í Serie A, ið er besta deildin í Italia.
- Tað er ambiøst, men hetta felagið hevur tørv á Serie A. Tað verður ikki lætt, tí vit hava brúk fyri hørðum arbeiðið, sigur Ferran Soriano, sum er fyrisitingarstjóri í City Football Group, sambært Reuters.
Frammanundan eiga City Football Group fleiri feløg kring heimin aftrat Manchester City. Millum annað Melbourne City FC úr Avstralia, amerikanska felagið New York City FC og Mumbai City FC úr India.
City Football Group eigur haraftrat partabrøv í Girona FC úr Spania, kinesiska Sichuan Jiuniu FC og Yokohama F. Marinos úr Japan.
Abu Dhabi United Group, sum í 2008 keypti Manchester City, eigur 77 prosent av partabrøvunum í City Football Group. City Football Group var stovnað í 2013. Eigarin handan Abu Dhabi United Group, er Sheikh Mansour bin Zayed Al Nahyan, ið er umboðandi forsætisráðharrin í United Arab Emirates.
Hóast Palermo hevur fingið nýggjar eigarar, so er talan um eitt tað gamalt og virðiligt felag. Felagið var sett á stovn í novembur í 1900. Fleiri kendir leikarar hava eisini leikt fyri søguliga felagið, millum annað Edinson Cavani, Paulo Dybala og Luca Toni.
Felagið hevur tríggjar ferðir luttikið í finaluni í Italian Cup-kappingini. Haraftrat hevur felagið fimm ferðir vunnið sær atgongd til UEFA Cup/Europa League, tó ongantíð Champions League.