Vilnius: Hetta hevur verið eitt sermerkt kappingarár fyri Pætur Petersen, sum í byrjanini av hesum kappingarárinum fyri tað mesta spældi við 1. deildarliðnum hjá HB og sat á bonkinum hjá besta liðnum. Tí var hann byrjaður at umhugsa sína støðu í HB, men nú er vent í holuni, eftir at nýggjur venjari er komin til.
Ungi og rennisterki skálavíkingurin hevur nú bitið seg fast á HB-liðið. Hann hevur skorað fleiri mál, og er nú eisini úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð.
Og tað sæst aftur á teimum fyrstu venjungunum her í Vilnius, at Pætur Petersen ikki er komin her til Litava at hugna sær. Hann hevur runnið í miðal sjey kilometrar til venjingarnar higartil, og liggur ovast á listanum yvir leikarar, tá tað kemur til kilometrar fyri hvørja venjing.
Allir leikararnir hava sensorar á sær og verða máldir til hvørja venjing, og her er tað altso ungi skálavíkingurin, ið toppar listan.
Vit fingu eitt prát við Pætur Petersen í gjárkvøldið um landsliðsúttøkuna, og hvønn leiklut hann fer at hava, fær Pætur sínar fyrstu minuttir á vøllinum: