24 ára gamli Pætur J. Petersen dylir ikki, at hann fegin vil royna, hvussu langt hann kann røkka sum fótbóltsspælari. Í fjør vann hann seg at vera fastur maður á HB liðnum, har hann skoraði 10 mál í landskappingini.
Hann hevur ikki skrivað undir nýggjan sáttmála við HB, tí hann vil fegin royna eydnuna uttanlands.
Fyri stuttum var hann í Esbjerg og royndarvandi, og nú er hann til Íslands, har hann venur í KA á Akureyri, sum spælir í bestu íslendsku deildini.
Tað er íslendska heimasíðan fotbolti.net, sum ber tíðindini um Pætur J. Peteresen og KA.
Í heyst var Pætur J. Petersen fyri fyrstu ferð á landsliðnum. Hann var við í vinardystunum í november ímóti Kekkia og Kosovo. Í fyrra dystinum varð hann skiftur inn, tá ið tað restaðu 13 minuttir, og í seinna dystinum var hann millum teir fyrstu ellivu og var á vøllinum í 70 minuttir.