Tungmálmsundangongumenninir fara at standa á odda fyri einum eindags festivali í Villa Park, har fleiri fleiri bólkar, sum teir góvu íblástur til, vera við. Eitt nú Metallica, Pantera, Slayer, Gojira og Anthrax.
Hetta verður eisini fyrstu ferð, at upprunaliga uppstillingin hjá Black Sabbath - Ozzy Osbourne, Tony Iommi, Geezer Butler og Bill Ward - hava spælt saman í 20 ár.
Osbourne, sum í stóran mun hevur verið noyddur at steðga konsertferðini orsakað av eini samanseting av Parkinson og ryggskaðum, skal spæla eitt stutt solosett, áðrenn hann spælir saman við bólksfeløgunum.
Kona hansara, Sharon, sigur við BBC News, at hann er avgjørdur um at seta eina endaliga konsert upp.
"Hann hevur tað gott. Hann hevur tað ordiliga gott," segði hon. "Hann er so spentur uppá hetta, uppá at vera saman við bólkalimunum aftur og øllum vinfólkunum. Tað er spennandi fyri øll."
Hon segði tó, at konsertin avgjørt fór at vera tann seinasta hjá 76 ára gamla manninum.
"Ozzy hevði ikki møguleika at siga farvæl við sínar vinir, við sínar fjepparar, og hann følir, at hann veruliga ikki hevur sett eitt síðsta punktum. Hetta er hansara síðsta punktum."
Tungmálms-ikonir
Konsertin, sum er kallað "Aftur til byrjanina (Back to the Beginning)", varð kunngjørd í Villa Park mikudagin av Sharon og Tony Iommi úr Black Sabbath. Rage Against The Machine guitarleikarin Tom Morello, sum er tónleikaligur leiðari á tiltakinum, segði, at hetta verður "størsta tungmálmskonsertin nakrantíð". Ágóðin av sýningini skal stuðla Cure Parkinson, Barnasjúkrahúsinum í Birmingham og Acorn Barnasjúkrahúsinum, sum er eitt barnasjúkrahús, sum Aston Villa stuðlar. Aðrir tónleikarar á uppstillingini eru Alice In Chains, Halestorm, Lamb of God og Mastodon. Harumframt verður ein "superbólkur" at hoyra, við stjørnum sum Billy Corgan, Slash, Fred Durst, Wolfgang Van Halen og Tom Morello.
"Tað er ein endaleys mongd av fólki, segði Sharon Osbourne. "Teir fara at spæla nakrar Sabbath sangir og nakrar Ozzy sangir. Ymiskir smáir bólkar verða eisini at síggja, men teir eru allir ikonir."
Black Sabbath sá dagsins ljós í 1968, og hildu sína fyrstu venjing í felagshúsinum í Newtown, eitt steinkast frá Villa Park. Teir hava áður spælt eina farvælsýning fyri einari útseldari áhoyrarafjøld uppá 16.000 fólk á NEC Arena í 2017. Settið var í høvuðsheitum løg frá teirra fyrstu døgum - eitt nú War Pigs, N.I.B og Black Sabbath - áðrenn teir endaðu við teirra gjøgnumbrotshitti og signatursangi, Paranoid. Konsertin var endin av eini umfatandi 81 daga langari konsertferð, og Osbourne takkaði fjepparunum fyri teirra stuðul yvir yrkisleiðina hjá bólkinum.
"Vit byrjaðu hetta í 1968 og nú er tað 2017 – tað trúgvi eg ikki. Men vita tit hvat? Vit høvdu ikki yvirlivað, um tað ikki var fyri fjepparagrundarlagnum. So um tú ert ein veteranfjeppari, so er tað fantastiskt. Um tú ert nýggjur, so vælkomin. Men eg kann ikki siga tykkum nóg nógv, hvussu takksom vit eru fyri tykkara stuðul."
Eftir ta konsertina gav Osbourne tvær solofløgur út - Ordinary Man og Patient Number 9. Hann fekk tó ein ryggskaða í 2003 eftir eina vanlukku við einum ATV, sum varð versnað av einum falli í 2019, sum kravdi fleiri umfør av umfatandi skurðviðgerð.
Hann avdúkaði sína Parkinson-sjúku í 2020, og fór í stóran mun aftur frá at ferðast eftir at hava spælt konsert í 2022. Hann segði tó fyri stuttum við Rolling Stone UK, at hann ynskti at koma aftur á pallin.
"Eg taki ein dag í senn, og um eg kann framføra aftur, so geri eg tað, segði hann. "Men tað hevur verið sum at siga farvæl við besta forholdið í mínum lívi."
"Eg fari ikki upp á pallin at gera ein hálvhjartaðan Ozzy, sum leitar eftir samkenslu. Hvat er meiningin við tí? Eg fari ikki upp har í einum koyristóli."