Oy(tt) bryggjarí tekur skap

Í næstum letur nýggja bryggjaríið upp á Hálsi, og sambært Peturi Petersen, stjóra í felagnum OY, er áhugin fyri bryggjarínum, sum er heilt øðrvísi enn hini bæði bryggjaríini í landinum eru, øgiliga stórur

Orð: Sveinur Tróndarson/Myndir: Jens Kristian Vang
19. oktober 2021 kl. 15:37

- Vit hava longu fingið fyrispurningar frá ferðaskrivstovum, sum hava bólkar uppá umleið 50 fólk, sum ætla sær at vitja nýggja bryggjaríið. Og eisini her heima er áhugin stórur, bæði millum kundar og eisini millum fólk, sum hava hug at sleppa at arbeiða her.

Tað sigur Petur Petersen, stjóri í partafelagnum OY, ella OY Brewing, sum tað verður kallað í gerandistalu.

Saman við fleiri øðrum setti hann fyrr í ár á stovn nýggja bryggjfelagið, sum skal taka kappingina upp um føroyska ølmarknaðin, har hann fer at kappast við Føroya Bjór og Okkara, sum bæði tvey hava sama eigara.

Nýggja bryggjaríið skal halda til í gamla goymslubygninginum hjá Havnar Timburhandli á Hálsi í Havn, og í løtuni er stórur aktivitetur í bygninginum við at seta alla skipanina upp.

Sum myndirnar vísa, verður hetta bryggjaríið innrættað soleiðis, at tangarnir koma at standa úti við veggirnar og so verður rúmið ímillum opið til annað virksemi.

- Ja, hetta verður so tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Bryggjaríið verður bygt upp sum ein “brewpub”, har vit eisini fara at hava annað virksemi í húsinum. Umframt útsøluna, sum vit sjálvandi eisini fara at hava eina pubb á staðnum, har vit fara at selja øl, og so verðu tað eisini eitt matstað ella ein kafé, sum fer at selja mat, sum egnar seg til øl, greiðir Petur Petersen frá.

Bryggiútgerðin er keypt úr Ísrael, tað er spildurnýtt og útgerðin er keypt eftir ráðgeving frá serfrøðingum, sum kenna til at byggja upp bryggjarí. 

- Tað sum nú gongur fyri seg er, at vit gera tað seinasta klárt og so fara vit at gera tær royndarkoyringar, sum skulu gerast áðrenn vit eru ordiliga klár. Fyrst verður royndarkoyrt bara við vatni, fyri at síggja, at alt er tætt, so fara vit at gera testbryggj og so seta vit gongd á sjálva bryggingina, sigur Petur Petersen.

Enn er ikki greitt, hvussu nýggja ølin fer at eita, og heldur ikki er heilt greitt, hvussu nógv sløg vera gjørd. Tað er ov tíðliga til tað enn.

- Fyrst og fremst gera skulu vit gera fýra ella fimm “mainstream-øl”, og tá tað er klárt kunnu vit fara í holt við serølirnar, sum vit sjálvandi eisini skulu hava, sigur Petur Petersen.

Bryggjaríið fer at leggja dent á heimamarknaðin, har handlarnir hjá Rúsdrekkasøluni og skeinkistøðini vera høvuðskundarnir, og so er tað egna útsølan og serligu tiltøkini, sum eru kring landið.

- Føroyski ølmarknaðurin liggur ímillum tríggjar og hálvafjórðu milliónir litrar. OY fer at hava ein kapasitet uppá 1,2 milliónir litrar um árið, so tað svarar til umleið ein triðing. Vit høvdu vónað at sleppa ígongd so vit vóru klár til jóla, men tað fer at knípa nú. Hinvegin er tað ikki so avgerandi, tí tað sum tað snýr seg um er, at vit fara í gongd, tá bryggjaríið er púra klárt, og so koyra vit harfrá, sigur Petur Petersen, stjóri í partafelagnum OY.