Oyggjauppgerð um at sleppa undan niðurflyting

Felags fyri B68 og ÍF er, at dagsskráin fyrst og fremst hevur við vandan fyri at flyta niður at gera

Jóannes Hansen
5. august 2023 kl. 12:01

Klokkan 16 í dag fer altjóða dómarin Kári J. á Høvdanum at bríksla fyri fyrstu ferð á Svangaskarði, har tað nú fyrrapartin er dýrdarveður.

ÍF verður gestur hjá B68, og bæði hjá fuglfirðingum og toftamonnum er dagsskráin púra greið. Støðutalvan sigur, at B68 er næstaftast og harvið undir strikuni. B68 hevur eftir 16 dystir 11 stig, og ÍF er á 8. plássi við 12 stigum.

B68 hevur higartil í ár vunnið tveir landskappingardystir. Annar av teimum var 30. apríl í Fuglafirði, tá ið toftamenn vunnu 3-1. Nakrar dagar seinni vunnu teir 1-0 á heimavølli ímóti AB, og tá var B68 á sætta plássi við  9 stigum. Síðani hevur tað verið øgiliga soltið. Úr 8 dystum hevur B68 vunnið tvey stig.

Á ólavsøku tapti B68 3-1 á Argjum. Tað ásannaði venjarin var stórt vónbrot:

-Men eg kann ikki siga annað, enn at hugburðurin var góður. Tað vóru persónlig mistøk, sum kostaðu, og tá ið tað gongur so illa at fáa mál, so hevur tað katastrofalar avleiðingar, tá ið vit kiksa í verjupartinum. Tað eru vit greiðir yvir, og vit hava síðani ólavsøkuaftan arbeitt við at fyrireika okkum til dystin ímóti ÍF, sigur Jákup á Borg venjari hjá B68.

Allir B68 spælararnir eru tøkir uttan álopsspælarin Jørgen Nielsen, sum er leikbannaður.

Eftir at hava tapt níggju ferðir á rað var ólavsøkan hjá ÍF framúr. Tá eydnaðist tað á Tórsvølli, har TB frammanfyri 2300 áskoðarum átti heimavøll, at vinna 2-1. Eftir síðsta bríksl sást tað, hvønn týdning sigurin hevði fyri ÍF spælararnar, sum hava tapt so ofta, og sum nú savnaðust fyri í felag at fegnast um stigini, ið lyftu teir uppum niðurflytingarstrikuna og settu mót í teir:

-Vit fegnast um sigurin og um, at tað leikliga hekk frægari saman, enn tað so ofta fyrr í ár hevur gjørt. Vit eru tó greiðir yvir, at tað er langt á mál, og at tað krevur góðan hugburð og hart arbeiði, um vit skulu sleppa undan at flyta niður, og nú hava vit bara fokus á uppgávuni á Svangaskarði seinnapartin, sigur ÍF liðformaðurin Karl Løkin.

Hjá ÍF er álopsspælarin Jhon Mena tøkur aftur eftir leikbann. Tað er ivasamt, um vongverjin í vinstru Pól jákup Lundsbjerg er førur fyri at spæla í dag.

Í 2021 vann B68 allar dystirnar ímóti ÍF – tveir á Toftum og ein í Fuglafirði. Tá ið oyggjauppgerðir millum Fuglafjørð og Toftir vóru í 2016, vann ÍF allar tríggjar ferðirnar – tvær ferðir á Toftum og einaferð í Fuglafirði.

B68 – ÍF: Kári J. á Høvdanum kl. 16.00.

16

16

0

0

44

8

48

B36

16

12

0

4

34

15

36

HB

16

11

2

3

37

10

35

Víkingur

16

8

3

5

35

18

27

07 Vestur

16

8

1

7

27

25

25

TB

16

4

3

9

12

35

15

EB/Streymur

16

4

1

11

12

31

13

ÍF

16

4

0

12

14

37

12

B68

16

2

5

9

14

30

11

AB

16

3

1

12

12

32

10