Oyggjauppgerð hjá kvinnunum

SÍ og Dráttur í kvinnufinaluni í flogbólti

Dan Lamhauge
13. februar 2021 kl. 19:28

SÍ var greiður favorittur, tá tær úr Sørvági møttu klaksvíkskvinnum úr Mjølni. Tær lótu heldur ongan iva vera um, hvørt av liðunum var betri. Sørvágskvinnur vunnu hálvfinaluna sannførandi 3-0. Settúrslitini vóru 25-13, 25-20 og 25-19.

Í finaluni møta tær grannunum úr Drátti. Dráttur vann hina hálvfinaluna móti Fleyr, men her var talan um heilt annan dyst. Fyrstu tvey settini vann Dráttur, men tað var spenningur í til tað síðsta, m.a. endaði annað settið 27-25.

Í triðja setti vendi alt á høvdið. Kvinnurnar úr Fleyr buldraðu avstað og vunnu sannførandi 25-14. Nú var lagt upp til spenning og fimm sett.

Fjórða sett gekk eisini javnt á. Men, tá komið var upp á 19-19, steðgaði Fleyr upp, og endin gjørdist, at Dráttur vann fjórða settið 25-22 og skal tí leika finalu.

Finalan millum grannarnar verður leikt á Hálsi 27.februar.