Oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2027

Teir skuldu verða í Føroyum í 2031, men nú er tað framskundað

Áki Bertholdsen
22. desember 2023 kl. 14:13

Nú er greitt, at Oyggjaleikirnir í 2027 Verða í Føroyum. Teir skuldu annars vera á bretsku oynni Ynis Môn, men tey hava tikið seg aftur.

Tey siga, at bæði korona, og príshækkingarnar, sum hava verið, at sligið fíggjarliga botnin undan teinum, so tey hava ikki ráð at halda leikirnar í 2027.

Leikirnir skuldu verða í Føroyum í 2031, men nú Ynis Môn tók seg aftur, gjørdu føroyinga skjótt av og bjóðaðu seg fram at hýsa leikunum í 2027

Føroyar vóru vertir fyri Oyggjaleikunum í 1989. Nú, næstan fýrati ár seinni, hendir tað aftur. Talan verður um 24 luttakandi tjóðir og góðar 3.000 íðkarar, sum koma til Føroya at kappast. ÍSF og landstýrið eru sannførd um, at vit eru klár at hýsa Oyggjaleikunum í 2027. Fyrstu fyrireikingar fara í gongd tíðliga í nýggjá árinum.

Hetta sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi. Aksel V. Johannesen, løgmaður, staðfestir, at hetta verður størsta einstaka ítróttarliga tiltak í Føroyum nakrantíð. At vera vertir fyri Oyggjaleikunum hevur fyrst og fremst stóran týdning ítróttarliga, men eisini fyri okkara ferðavinnu og fyri Føroyar sum land.

Tey siga í tíðindaskrivi, at Jörgen Pettersson, formaður í altjóða Oyggjaleikanevndini, er takksamur fyri at Føroyar hava játtað at verða vertir í 2027.

Í viðmerking sigur hann soleiðis:Føroyar hava víst ábyrgd og tikið eitt tak fyri liðið. Hetta er kjarnan í Oyggjaleikafamiljuni. Vit eru saman um sigrar eins væl og um avbjóðingar.

– Hetta følist sum ein dreymur, sum verður til veruleika. Vit hava verið klár at skipa fyri Oyggjaleikunum í fleiri ár. Tí hevur tað verið leingi at bíða heilt til 2031, tá ið Oyggjaleikirnir skuldu koma aftur til Føroyar. Vit eru klár og merkja stóran stuðul frá føroyska samfelagnum. Vit fara í felag at vísa, at Oyggjaleikirnir 2027 eru í tryggum hondum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, foreseti í ÍSF.