– Er tað so livandi galið, at Suðuroyggin ikki verður ein partur av oyggjaleikunum í 2027.
Tað var ein spurningur, løgtingsmaðurin, Jacob Vestergaard, reisti í Løgtinginum, tá ið orðaskifti var um oyggjaleikirnar, sum skulu verða í Føroyum í 2027.
Í tí sambandi hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta 15 milliónir í stuðuli so at Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, fær fígging til at skipa fyri oyggjaleikunum.
Í uppskotinum verður upplýst, at væntandi verða leikirnir í Tórshavn, Vágum, Klaksvík og Runavík. Tó kann væntast, at einstøk tiltøk verða aðrastaðni í landinum.
Í hesum sambandi varð nevnt, ein møguleiki er at ein partur av súkklukappingini, kann vera í Suðuroy og at ein súkkluteinur kanska kann leggjast í Suðuroy
Hetta hóvaði ikki nøkrum av løgtingslimunum. Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, gekk undan og spurdi um tað er so livandi galið, at Suðuroyggin er vrakað í sambandi við oyggjaleikirnar. Hann helt, at hetta er so langt úti, at hetta eiga tey ikki at finna seg í.
Hann vísir á, at avleiðingin verður, at Suðuroyggin fær hvørki lut í tí ítróttarpartinum av Oyggjaleikunum, ella tí avleidda virkseminum, tað kastar av sær, og teimum pengum, tað leggur eftir seg.
Og hann ger greitt, at hann tekur ikki undir við uppskotinum, uttan at hann fær vissu fyri, at oyggjaleikirnir eisini verða í Suðuroy.
Bjarni Hammer, tingmaður fyri javnaðarflokkin er samdur í tí og hann sigur, at talan skal ikki bara vera talan um »onkran súkklutúr«, sum hann tók til, tí tað helt hann vera rættiliga niðrandi ímóti suðuroyingum.
Heldur ikki hann tekur undir við málinum, verða ongar kappingar í Suðuroy.
Hann heldur, at skal Løgtingið játta stuðul til oyggjaleikirnar, eigur Løgtingið eisini at seta krøv til, hvussu pengarnir verða brúktar.
Eisini Eyðdis Hartmann Niclasen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, heldur at suðuroyingar eiga at fáa ein part av oyggjaleikunum - og so fáa ítróttarfólkini eisini tað serstaka upplivilsi við, sum tað er at sigla framvið oyggjunum ímillum Suðuroynna og Havnina.
Tinglimirnir, sum vilja hava leikirnar í Suðuroy gera greitt, at tað eru góðir hentleikar til alskyns ítrótt í Suðuroy, bæði langhylur, marghøll, næmingaheim til gisting, so tað ber væl til at hava kappingar í Suðuroy.
Sirið Stenberg sigur, at Suðuroyggin er ikki vrakað, tí enn eru fyrireikingarnar ikki komnar í eygað. Men annars vísir hon á, at tað er ikki ÍSF, sum setir treytirnar, tí tey skulu fylgja altjóða krøvum, og krøvum frá Oyggjaleikanevndini.
Vit hava meiri um eina løtu. Elin H. Joensen, forseti í ÍSF hevur fríar hendur at leggja oyggjaleikirnar til rættis sum tey vilja - og hon harmast um, at politikkur er komin upp í málið.