Oyggjaleikanevndin 27 hittist fyri fyrstu ferð 6. juni. Talan er um eina fyrireikingarnevnd við seks limum, sum hvør í sínum lagi hava ábyrgdina av ymsum viðurskiftum á Oyggjaleikum 2027.
Teitur Samuelsen, stjóri í p/f Eystur- og Sandoyartunlar, er formaður í Oyggjaleikanevndini 27 og hevur fíggjarligu og umsitingarligu ábyrgdina av leikunum, Annleyg Lamhauge úr Visit Faroe Islands fer at hava ábyrgd fyri flutningi, gisting og vistarhaldi, men fyrstu tíðina er Guðrið Højgaard, stjóri í VFI, í nevndini fyri Annleyg. Niels Mortensen, stjóri í p/f SMS hevur handilsliga og sponsor partin um hendi, meðan Doris Bjarkhamar, ráðgevi á løgmansskrivstovuni, situr við ábyrgdini fyri heilsu- og trygdarmálum.
Tveir limir í Oyggjaleikanevndini 27 eru úr starvsnevndini í Ítróttasambandi Føroya. Limirnir eru Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti, og Anna Maria Toftegaard, starvsnevndarlimur. Elin Heðinsdóttir Joensen hevur ábyrgdina av ymiskum tiltøkum á leikunum so sum setan, endahátíð og onnur ítróttalig og mentanarlig tiltøk, meðan Anna Maria Toftegaard fer at hava ábyrgdina av teimum mongu sjálvbodnu, burðardygd, kunning og sosialum miðlum.
Umframt hesi seks fólkini eru John Kjær, serligur oyggjaleikaráðgevi, og Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, eisini knýtt at nevndini, og væntast kann, at onnur verða knýtt at nevndini, so hvørt sum leikirnir nærkast.
13 juli er árligi aðalfundurin hjá altjóða oyggjaleikanevndini, IIGA, í Orknoyggjunum, sum hýsir leikunum næsta ár. Á hesum aðalfundinum verður endaliga samtykt og staðfest, at Føroyar skulu hýsa Oyggjaleikum 2027. Oyggjaleikanevndin 27 tekur formliga við eftir summarfrítíðina.
Oyggjaleikir eru í Føroyum í døgunum 3.-9. juli 2027, og kappast verður í 14 ítróttagreinum. Tær 14 eru:
Badminton, bogaskjóting, borðtennis, fimleikur, flogbóltur herundir eisini sandflogbóltur, fótbóltur, frælsur ítróttur, judo, kurvabóltur, súkkling, skjóting, svimjing, tennis, triatlon.