Fyri fyrstu ferð eru tvey bretsk fróðskaparsetur ovast á listanum hjá Times Higher Education World University Rankings. Hetta skrivar BBC.
Times Higher Education World University Rankings varð stovnað í 2004, og ger lista yvir heimsins bestu fróðskaparsetur, mett eftir eitt nú frálæru, gransking, altjóða útlitum og umdømi. Listin, sum stjórnir og fróðskaparsetur meta høgt, er eisini ein hjálp hjá lesandi at velja lestrarstað.
Times Higher Education leggur dent á, at øgiliga tætt er millum ovastu plássini. Ein avgerandi orsøk til góðu plássini hjá Oxford og Cambridge, er hækkaða inntøkan seinasta árið, ið partvís er grundað á granskingarstuðul úr ES. Meðan Oxford og Cambridge høvdu vøkstur í inntøkunum, á ávikavíst 24% og 11%, lækkaðu inntøkurnar hjá nærmastu kappingarneytunum, California Institute of Technology og Stanford University.
Men henda inntøka kann hvørva við Brexit, ávarar Phil Baty, ið er við til at gera listan yvir fróðskaparsetrini. Umleið ein fjóðringur av granskingarinntøkunum hjá Cambridge, og umleið ein fimtingur hjá Oxford, eru játtanir úr ES. Hetta vísir á, hvussu Brexit kann gerast ein hóttan ímóti góðu plássunum á Times Higher Education World University Rankings.
Tey 20 bestu fróðskaparsetrini í heiminum eru, sambært Times Higher Education World University Rankings, hesi:
1: Oxford University
2: Cambridge University
=3: California Institute of Technology
=3: Stanford University
5: Massachusetts Institute of Technology
6: Harvard University
7: Princeton University
8: Imperial College London
9: University of Chicago
=10: ETH Zurich - Swiss Federal Institute of Technology
=10: University of Pennsylvania
12: Yale University
13: Johns Hopkins University
14: Columbia University
15: University of California, Los Angeles
16: University College London
17: Duke University
18: University of California, Berkeley
19: Cornell University
20: Northwestern University