Tað var um 9 tíðina í dag, at eitt fangaflutningsfar við fanganum Mohamed Amra, róptur ”Flugan”, umborð varð fyri einum slysálopi og at Amra flýggjaði. Álopið fór fram við eina veggjaldsstøð í Incarville, sum er í Normandie-økinum í útnyrðingspartinum av Fraklandi.
Franski løgmálaráðharrin Eric Dupond-Moretti hevur á miðlinum X boðað frá, at tveir fangavørðir lótu lív og at tríggir fangavørðir eru illa særdir sum úrslit av álopinum.
Eingin av drápsmonnunum var heldur fangaður.
Franska løgreglan hevur sostatt byrjað eina ómetaliga stóra mannajagstran, sum inniber fleiri hundrað løgreglufólk og gendarmes.
Gérald Darmanin, franski innlendisráðharrin, boðar í dag eisini frá á X, at allir miðlar verða búktir fyri at finna brotsmenninar.
Sambært fleiri fronskum miðlum og eini filmsupptøku, varð fangaflutningsfarið rent á frontalt av einum svørtum persónbili, hvaðani svartklæddu drápmenninir komu úr og fóru til álops við maskinbyrsum.
Amra, 30, var upprunaliga fongslaður fyri eitt rán og eitt mannarán, sum hevði við sær at persónurin lat lív.