Óvist um vit fáa tilboð um eina koppseting afturat

Føroysku heilsumyndugleikarnir bíða eftir, hvat myndugleikarnir í Danmark gera - og so verður støða tikin

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Enn er óvist um foreldur í Føroyum fara at fáa tilboð um at koppseta børnini fyri skáldkoppar. Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi hevur spurt hana, hvørjar tankar hon heur gjørt sær um at leggja koppseting fyri skáldkoppar afturat tilboðnum um koppseting til børn.

Hann sigur, at í Danmark hava barnalæknar leingi víst á, at sluppu børn undan skáldkoppum hevur tað verið gagnligt fyri tey.

Tað hevði eisini veri ein fyrimunur fyri foreldrini at tey høvdu sloppið undan at verið heima hjá børnum, sum lógu við skáldkoppum og sostatt hevði tað eisini verið ein fyrimunur fyri arbeiðsmarknaðin, og samfelagið sum heild.

Somuleiðis hevur verið víst á, at sosialt er tað skeivt, at summi sjálvi rinda fyri koppseting fyri skáldkoppar og tí ikki verða rakt av negativu avleiðingunum av skáldkoppum ímeðan onnur kanska ikki hava ráð til tað.

Men í Føroyum hava vit sjáldan eina sjálvstøðuga meining á hesum øki og tað hava vit heldur ikki í hesum føri. Landsstýriskvinnan sigur, at tey hava spurt seg fyri hjá Sundhedsstyrelsen í Danmark um tey ætlan at børnin skulu fáa tilboð um at verða koppsett fyri skáldkoppar.

Sundhedsstyrelsen sigur, at  enn er støða ikki tikin til málið, men tey fara at viðgera málið á fundi seinni í novembur.

– Heilsumálaráðið fylgir væl við, hvat hendur á økinum og Heilsumálaráðið fer somuleiðis at fylgja væl við, um tað verður mælt til at koppseta børn í Danmark fyri skáldkoppar, sigur landsstýriskvinnan.

– Verður tilboð um ókeypis koppseting fyri skáldkoppar sett í verk í Danmark, fara vit at viðgera, um sama tilboð skal setast í verk í Føroyum, leggur hon afturat.