Óvist hvør kostnaðurin verður at koppseta føroyingar

Óvissa er um tað veruliga fer at kosta sjey milliónir krónur at koppseta føroyingar. Broytingar í prísi, slag av koppseting og veiting kann gera, at prísurin kann blíva alt frá 5,4 milliónir krónur upp til níggju milliónir krónur, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari

Ari av Rana
23. januar 2021 kl. 09:08

Í farnu viku hoyrdist, at tað fór at kosta sjey milliónir krónur at koppseta føroyingar móti Covid-19.

Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, greiðir frá, at tað er óvist um hetta er veruliga talið. Broytingar í prísi av koppseting, atgongd til tey ymisku sløgini av koppseting og hvussu leingi tað fer at taka at fáa veitt koppseting og ment koppseting, hevur alt ávirkan á hvør prísurin verður.

Spurningurin er eisini um føroyingar verða koppsettir við koppsetingini hjá Pfizer/BioNTech, Moderna, AstraZeneca, Johnson & Johnson ella onkur heilt øðrum. Sum er hevur danska stjórnin gjørt fyribils keypsavtalu um fýra koppsetingarevni, umframt tey bæði, sum tey longu keypa. Harafturat eru danir í gongd við at samráðast um tvey onnur koppsetingarevni.

Við øllum hesum í huga er tí torført at siga, um veruligi kostnaðurin. Hjalti Gunnarstein sigur, at tað kann henda, at tað fer at kosta 5,4 milliónir krónur, men vil heilt ill til, so kann prísurin sníkja seg upp á níggju milliónir krónur.

Lesið alla greinina í blaðnum, sum fæst til keyps í sølubúðunum, ella við at trýsta á leinki niðanfyri.

Les meira: Millum 5,4 og níggju milliónir at koppseta føroyingar