Ove Olsen, sum stjórnaði Havnar Hornorkestur í yvir 40 ár, og sum herfyri av orkestrinum varð heiðraður við at verða útnevndur dirigent emeritus í orkestrinum, fekk enn ein heiður, tá føroysku hornorkestrini í gjár savnaðust til árligu musikkstevnuna, sum í ár varð hildin í Klaksvík.
Musikkstevna hevur síðan seinast í sekstiárunum verið hildin á hvørjum ári dýra biðidag. Í gjár var musikkstevnan hildin í miðhøllini á skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík við luttøku av níggju orkestrum.
Umframt ”vanligu” føroysku orkestrini, var í ár vitjan av dugnaliga danska hornorkestrinum, Christianshavns Brass Band, sum verður stjórnað av føroyinginum Andrasi Olsen, og sum eisini hevur fleiri føroyingar við í orkestrinum.
Undir framførsluni hjá Havnar Hornorkestri í gjár var eitt avbrot í konsertini, sum Meginfelagið fyri Føroysk Hornorkestur nýtti til eisini at heiðra Ova Olsen fyri hansara stóra íkast til føroyskan horntónleik – ikki bara sum venjari í nógv ár hjá Havnar Hornorkestri í ein mansaldur, men eisini sum venjari hjá øðrum orkestrum við. Í løtuni venur Ove Klaksvíkar Hornorkestur.
Hetta var triðju ferð, at Meginfelagið gav eitt herðaklapp á musikkstevnuni. Fyrr er heiðurin givin Alex Sólstein, sum í ein mansaldur spældi við Klaksvíkar Hornorkestri, og til Karl Guttesen, fyri eitt langt lív sum aktivur spælari í GHM.