Óvanliga stórt hasj-mál í Føroya rætti í apríl

Helst størsta málið um innsmugling av hasj, kemur nú fyri í Føroya rætti - tríggir persónar ákærdir

Árni Gregersen
14. mars 2024 kl. 14:42

Tríggir persónar eru ákærdir fyri at hava smuglað yvir 50 kilo av hasj til Føroyar. Tey gjørdu tað við einum bili, sum í summar kom til landið við Norrønu.

Persónarnir vóru tiknir í einum býli í Grím Kambansgøtu í Havn. Tá ið teir vóru tiknir høvdu teir yvir 28 kilo av hasj í varðveitslu.

-Kanningar hjá løgregluni vísa, at ein partur av innsmuglaðu vøruni var seldur, tá ið teir tríggir persónarnir vóru handtiknir, men løgreglan staðfestir, at talan var um meira enn 50 kilo tilsamans, sigur Katrin Thorsvig, høvuðsákæri.

Teir tríggir perssónarnir eru ákærdir eftir grein 191 í revsilógini í felag, men ein teirra - ein útlendingur - er eisini ákærdur fyri harðskap og hóttan móti einum av medgerningsmonnunum.

Málið er sett til 9.apríl, men tað kann broytast, tí ein av verjunum ikki kundi hendan dagin.