Aftur í ár síggjast óvanliga høg hitastig kring heimin. Hetta er eftirhondini vorðin eini vani, tí hvørt summar eru nýggj met, men í ár eru høgu hitastigini komin fyrr enn væntað
Hóast kalendarin sigur mai, so vísur termometri hásummar fleiristaðni í Suðurevropa. Eitt av londunum, ið er harðast rakt er Spania. Sambært BBC, liggur hitin 15 stig omanfyri tað vanliga í mai mánaði. Veðrið í Spania í mai hevur verið søguligt. Í einstøkum býum í Spania hava veðurstovurnar ongantíð mált, so høg hitastig.
- Veðurlagsbroytingarnar gera, at hitastigini í heila tikið fara hægri upp. So hesar hendingar fara at koma títtari og eisini fyrr, júst sum vit síggja nú, soleiðis segði veðurfrøðingurin Jesper Theilgaard við danska Kringvarpið. Hann legði aftrat, at orsøkin til høgu hitastigini í Spania eisini er heitt luft, sum ferðast um ígjøgnum Afrika og til rakar suðurspania.
Tey støðini, ið eru harðast rakt í Spania eru Andalusia, Extredmadura, Madrid, Castilla La Mancha Aragon.
Fleiri lond rakt av ógvusligum veðrið
Tað er ikki einans í Spania at hitin er veðrið er óvanligt. Í síðstu viku vórðu fleiri týskir býir raktir av melduródnum. Ógvusliga veðrið í Týsklandi kravdi eitt mannalív og haraftrat vóru 50 menniskju særd.
Í Pakistan hevur eisini verið óvanliga heitt í seinastuni. Fyri nøkrum vikum síðan lá hitin um 50 hitastig.