Bólturin er rundur, og hóast favorittarnir verða roknaðir at vera stórir, so er tað ikki altíð, at teir megna at lyfta uppgávuna.
Hetta varð staðfest í kvøld, tá ið fjórða umfar í Betri deildini var á skrá.
Meistararnir og FM favorittarnir í Klaksvík løgdu sjógv millum seg og hini liðini, sum vera roknað at vera FM favorittar.
KÍ vann tryggan 2-0 sigur á Argjum, og KÍ hevur framvegis fulla úrtøku.
Mest óvæntaða úrslitið var í Trongisvági, har tað endaði málleyst millum uppflytaran TB og HB, sum tað annars hevur gingið væl hjá í trimum teimum fyrstu umførunum.
Víkingur snávaði fyri aðruferð í ár. Í fyrsta umfari tapti Víkingur 3-0 á heimavølli ímóti B36, og í kvøld endaði tað 3-3 í oyggjauppgerðini á Svangaskarði millum B68 og Víking.
B36 lá góða løtu undir á heimavølli ímóti 07 Vestur, sum var ógvuliga væl við í fyrra hálvleiki, og sum kundi havt økt um 1-0 leiðsluna. Eftir at hava skift fleiri spælarar út reisti B36 seg og vann 3-2 og er nú á triðja plássi.
ÍF vann 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi, og fuglfirðingar hava longu vunnið seks stig, ið er sama stigatal, sum EB/Streymur hevur.
ÍF – EB/Streymur 3-0 (1-0)
1-0: Elias J. Lervig 45.
2-0: Karl Løkin br 73.
3-0: Gundur E. Petersen 82.
B68 – Víkingur 3-3 (2-1)
1-0: Ragnar Samuelsen 1.
1-1: Jákup Johansen 4.
2-1: Mohamed Samba 23.
2-2: Olaf Bárðarson 59.
3-2: Villiam Emil Klein 68.
3-3: Sølvi Vatnhamar 73.
B36 – 07 Vestur 3-2 (0-1)
0-1: Daniel Obbekjær 19.
1-1: Isak Frederik Jönsson 67.
2-1: Benjamin Heinesen 73.
3-1: Michal Przybylski 79.
3-2: Oddur í Haraldstovu Petersen 91.
AB – KÍ 0-2 (0-2)
0-1: Jóannes Kalsø Danielsen 9.
0-2: Sjálvmál 41.
TB – HB 0-0
KÍ | 4 | 4 | 0 | 0 | 13 | 2 | 12 |
HB | 4 | 3 | 1 | 0 | 10 | 1 | 10 |
B36 | 4 | 3 | 0 | 1 | 8 | 4 | 9 |
Víkingur | 4 | 2 | 1 | 1 | 11 | 6 | 7 |
ÍF | 4 | 2 | 0 | 2 | 5 | 2 | 6 |
EB/Streymur | 4 | 2 | 0 | 2 | 4 | 5 | 6 |
07 Vestur | 4 | 1 | 1 | 2 | 5 | 7 | 4 |
B68 | 4 | 0 | 2 | 2 | 5 | 10 | 2 |
TB | 4 | 0 | 1 | 3 | 2 | 16 | 1 |
AB | 4 | 0 | 0 | 4 | 0 | 10 | 0 |
Sunnudagin 16. apríl
KÍ – Víkingur
B68 – EB/Streymur
HB – ÍF
AB – B36
TB – 07 Vestur