Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av pálmaolju, sum er seld í Føroyum.
Talan er um Afroase pálmaolja og orsøkin til ávaringina er, at tað er ov nógv mineraloljum, MOAH í oljuni.
MOAH er ein bólkur av kemiskum evnum, eisini nevnt mineraloljur. Í matvørum kann dálking koma frá pakningi, men kann eisini koma frá útílatingarevnum, smyrjievnum frá framleiðsluútgerð, dálking frá heystingaramboðum ella sápum o.l.
Tá ið evnini eru at finna so nógva staðni í umhvørvinum, er tað ikki heilt til at sleppa undan at matvørur verða dálkaðar.
Talan er ikki um nakran vanda, sum krevur bráðneyðuga viðgerð, so hevur tú fingið nakað í teg, er eingin orsøk at stúra. Men í longdini kann tað hópast upp í kroppinum og elva til bruna, tað kann skaða okkara arvaeginleikar, og í ringasta føri kann tað elva til krabbamein.
Heilsufrøðiga Starvssovan sigur, at tey, sum liggja inni við hesi oljuni, eiga at stoyta hana burtur. ella at lata hana aftur í handilin haðani hon er keypt.
Talan er um hesa oljuna:
Afroase pálmaolja
Netto innihald: 500 ml
Best fyri: 10.07.2027
EAN-strikukota: 8719497393374
Uppruni: Ghana