Ov nógv innskrivaði í Skúlan á Fløtum og Sankta Frans skúla

Nú innskrivingarnar til komandi skúlaár eru lidnar í høvuðsstaðnum, eru ov nógvir næmingar innskrivaðir til 1. flokk í Skúlan á Fløtum og Sankta Frans skúla, og eisini í forskúlanum í Sankta Frans skúla er um at vera fult.

Katrin Erlendsdóttir
23. januar 2022 kl. 12:41

Alt gongur ikki upp, nú árliga skúlainnskrivingin í Tórshavnar kommunu er av.

Í yvirlitinum niðanfyri síggjast tey 288 børnini, sum hava skrivað seg inn til 1. flokk í ymisku kommunalu skúlarnar í ár. Yvirlitið vísir, at ov nógv børn eru skrivað inn í Skúlan á Fløtum og í Sankta Frans skúla. Tað hevur við sær, upplýsir kommunan,  at nakrar flytingar mugu gerast, tí skúlarnir fáa ikki tikið ímóti øllum teimum innskrivaðu børnunum.

Foreldur at børnum, sum ikki fáa pláss í tí skúlanum, tey hava ynskt, fáa nærri boð frá kommununi um umleið 14 dagar, verður upplýst.

Tórshavnar kommuna hevur nýliga broytt skúlabygnaðin, soleiðis at børn nú skulu í skúla í økinum, har tey búgva. Frammanundan var frítt skúlaval í nógv ár.

Í yvirlitinum her sæst, at nakrir næmingar, ið eftir ætlan skuldu byrjað í Skúlanum á Fløtum og í Sankta Frans skúla, noyðast at byrja í 1. flokki í onkrum øðrum skúla.

Yvirlitið vísir millum annað eisini, at nógv færri næmingar enn vanligt eru innskrivaðir í Skúlan við Løgmannabreyt, ið samsvarandi við fólkavøksturin í Hoyvík hevur havt heilt stórar árgangir undanfarin ár. Í ár eru bara 23 næmingar innskrivaðir at byrja í 1. flokki har.

Talið á forskúlum er økt seinastu árini, og í Tórshavnar kommunu eru teir nú fimm í tali. Í forskúlanum í Sankta Frans skúla eru tvey pláss tøk, meðan nokk av plássum eru eftir í hinum forkskúlunum í kommununi.