Ov lítið avgjørdir føroyingar máttu lúta fyri eysturríkum

Eysturríkar vóru avgjørdir, tá teir komu til málmøguleikar. Føroyingar vóru ov lítið avgjørdir, tá vit komu til málmøguleikar – tí vit høvdu góðar málmøguleikar, serliga í fyrra hálvleiki

Sigurjón Einarsson
9. oktober 2021 kl. 22:19

Føroyar 0 – 2 Eysturríki

Tórsvøllur: Tað var søgan um teir avgjørdu og teir minni avgjørdu, tá Føroyar og Eysturríki hittust á Tórsvølli í kvøld.

Føroyar fingu ein hvøkk longu í fimta minutti, tá Odmar Færø skuldi rudda bóltin burtur eftir eitt eysturríkskt innlegg, men varnaðist ikki, at ein áleypari rann framum hann. Fóturin var nakað høgur og hann fellur annan áleyparan. Dómarin er eirindaleysur og peikar á brotssparksblettin, men lukkutíð hevði linjuverjin flaggið á lofti.

Men løtu seinni vóru tað føroyingar, ið loyptu hvøkk á eysturríkar. René kemur at standa væl fyri í brotsteiginum hjá útiliðnum. Skotið er ikki serliga hart, men málverjin megnar bert at hálvbjarga bóltinum, sum støkkur út í feltið. Jóan Símun er fyrstur á bóltinum, men er akkurát ov stuttur at skjóta bóltin í málið.

Sami Jóan Símun fekk enn ein góðan møguleika seinni. Langt málspark frá Teituri verður longt, har Jóan Símun kemur í góða støðu millum tveir eysturríkar. Hann fær onkursvegna skotið bóltin móti málinum, men Bachmann fær bjargað við fótinum.

Men skjótt gongur í fótbólti, tað vita vit. Og tað gav at bíta, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin.

Fyrst er René Shaki komin í góða støðu, har hann skjýtur beint uppum. Eysturríkar seta spælið skjótt í gongd. Ein langur bóltur verður skotin fram, har Odmar fer eitt sindur skeivur av bóltinum. Ercan Kara strýkur avstað úti á høgra borði, leggur bóltin flatt innfyri, og so kann Konrad Laimer leggja eysturríkar á odda 1-0.

Men í avgjørdum støðum er týdningarmikið at vera avgjørdur, og tað var síðsti málmøguleikin hjá føroyingum í fyrra hálvleiki eitt gott dømi um. Eftir enn eitt gott innkast, kemur Ári Mohr at standa heilt væl fyri inni í eysturríkska brotsteiginum, men tað er eins og hann ikki veit, hvat hann skal gera. Hann brúkar tíð at hugsa seg um, og so kann verjan koma upp á pláss og verja fyri, tá hann skeyt við høgra beinið – hansara “skeiva” bein.

Eysturríkar fingu ein stóran kjans afturat í yvirtíðini av fyrra hálvleiki, har skjótt samanspæl endar við, at føroyska verjan er útspæld. Ercan Kara er leysur við Teiti, men skotið er forkølað og beint á Teit.   

Men ein rættiliga javnur hálvleikur, tá tað kemur til málmøguleikar, men eysturríkar vóru meira avgjørdir, tá teir skuldu vera tað.  

1-0 til Eysturríki í hálvleikinum.

Tí vóru vónirnar góðar til seinna hálvleik, men vónirnar vórðu skjótt gjørdar til skammar, tá Sabitzer kundi leggja Eysturríki á odda 2-0 longu í triðja minutti av seinna hálvleiki. Rættiliga tilvildarligt spæl beint uttanfyri føroyska brotsteigin endar við, at Marcel Sabitzer hevur góða tíð. Bólturin hoppar nakrar ferðir, men hann fær góða tíð at taka bóltin niður og skjóta móti føroyska málinum, har bólturin fór á stongina og inn.

Tíggju minuttir seinni endar aftur tilvildarligt spæl við, at høgi áleyparin Kara kann skjóta móti føroyska málinum, men lukkutíð fer bólturin á yvirleggjaran og uppum.

Føroyingar høvdu ikki so nógvar málmøguleikar í seinna hálvleiki. Jóan Símun Edmundsson fekk sent eitt skot avstað eftir eitt horna miðskeiðis í seinna hálveiki, men teir heilt stóru málmøguleikarnar, vit sóu í fyrra hálvleiki, fingu vit ikki í seinna hálvleiki.

Ikki tí, føroyingar spældu seg í góðar støður, men aftur her vóru menn ov lítið avgjørdir. Tá tað restaði eitt korter, rann nýggi maðurin á landsliðnum, Hannes Agnarsson seg í góða støðu úti í høgra borði, tá hann fyrst snaraði ein veg, so ein annan veg, har fleiri mans stóðu klárir og bíðaðu eftir innlegginum í eysturríkska brotsteiginum. Bólturin verður spældur til Brandur, ið er ov lítið avgjørdur, kanska troyttur, og so spurdist einki burturúr.

Teitur fekk tó víst, hví hann nú verður roknaður sum nummar eitt. Hann hevði tvær klassa bjargingar seinastu minuttirnar, tá Ercan Kara tvær ferðir royndi seg móti málinum, men báðu ferðirnar stóð Teitur har hann skuldi.

Endaliga úrslitið gjørdist tí 2-0 til Eysturríki, men føroyingar munnu nokk iðra seg eftir ein góðan fyrra hálvleik, tá leikararnir komu til góðar møguleikar, men vóru ov lítið avgjørdir, tá alt kom til alt.