Jólablaðið hjá Dimmalætting er nú at fáa í blaðsølunum kring landið. Og tað er eitt stórt blað, tí tað er heilar 96 síður við alskyns lesnaði, bæði løttum lesnaðu, hugvekjandi lesnaði, spennandi lesnaði, og sjálvandi eisini jólalesnaði.
Tann stóra søgan eru um tvey fólk, pápi og dóttir, sum minnast aftur á tiltiknu jólaódnina í 1988. Men hóast tað nú eru heili 36 ár síðani, siga tey bæði, at óttin situr enn í kroppinum.
– Tað situr í mær enn – eg fari fullkomuliga í panikk, sigur dóttirin, sum var 11 ár tá ið ódnin herjaði.
Og pápin, sum nú er 75 á, tekur undir:
–Tað vitjar aftur viðhvørt, og eg fari beint niður í kjallaran, tá ið tað er illveður.
Hann sigur, at mann missir líkasum forstandin í einari slíkari støðu: Allir hugsaðu um at bjarga sær og sínum, men allir sóu, at tað bara bar til, vissi vit hjálptu hvørjum øðrum, sigur hann.
Vit hava eisini eina drúgva grein um búskaparligu støðuna. Vit hava kjakast nógv um hall, bústaðarneyð, fólkafráflyting, fallandi burðartal, fátækadømi og manglandi fíggjarligt haldføri. Men hóast onkrir pílar peika niður eftir, er veruleikin ttann, at støðan í Føroyum framvegis er so góð sum ongantíð áður.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur skrivað eina hugvekjandi grein um frælsi. Hann hevur gjørt nógv burtur úr at ferðast í ymsum brennideplum, í Ísrael og Ukraina, men eisini aðrastaðni, har frælsið ikki er nakað, sum er sjálvsagt, og sum kemur av sær sjálvum.
Annars hava vit tosað við allar teir politisku floksformenninar, og onnur, sum eru kend í almenninginum, um árið í fór, og um næsta ár.
Vit hava eisini góð hugskot um, hvussu tey, sum vilja hava okkurt slag av rúsdrekka á borðinum á jólum, kunnu para jólamatin við snapsi, víni og øli.
Og so hava vit eisini skift orð við onkrar útlendingar um, hvussu tey halda jól í teirra heimlandi.