Óttast vápnaðar samanbrestir við markið millum Pólland og Hvítarussland

ES ákærir Hvítarussland fyri at nýta flóttafólk sum amboð í politiskum stríði við Evropa. Støðan er vorðin so trupul, at Pólland óttast vápnaðar samanbrestir við markið.

Steinar Patursson
9. november 2021 kl. 11:28

Pólland ávarar nú ímóti, at tað kann enda við vápnaðum samanbrestum á pólska markinum við Hvítarussland, um Hvítarussland ikki ger okkurt við flóttafólkastøðuna har.

Í fleiri mánaðir hava flóttafólk flokkast í Hvítarusslandi við markini til Pólland, Litava og Letland, har tey hava roynt at sloppið úr Hvítarusslandi og inn í grannalondini.

Sambært BBC vilja aktivistar vera við, at forsetin í Hvítarusslandi, Alexander Lukashenko, brúkar flóttafólkini í einum politiskum spæli móti grannalondunum. Pólland, Litava og Letland eru øll limir í bæði Nato og ES, meðan Hvítarussland er stuðli hjá Russlandi - og umvent.

Piotr Muller, talsmaður fyri pólsku stjórnina, vil vera við, at fleiri enn 4000 flóttafólk eru komin til markið til Póllands, og at støðan kann enda við vápnaðum samanbrestum.

Pólskir miðlar siga sambært BBC, at saman við flóttafólkunum eru vápnað fólk við hundum, og pólska verjumálaráðið vil vera við, at talan er um hvítarussiskar deildir, ið stýra flóttafólkunum hagar.

ES hevur síðan oktober í fjør sett átøk í verk móti Hvítarusslandi. Átøkini vórðu sett í verk fyri at mótmæla forsetavalinum í Hvítarusslandi, ið ikki varð avgreitt á reiðiligan hátt, og sum eisini tryggjaði Alexander Lukashenko valdið í landinum. Síðani valið hevur statsapparatið í Hvítarusslandi stýrt landinum við harðari hond, og lagt verður javnan eftir tíðindafólki, andstøðulimum og mótmælisfólkum, ið finnast at landsins leiðslu. ES vil vera við, at flóttafólkapolitikkurin hjá Hvítarusslandi er hevnd fyri átøkini.

Hvítarussiska verjumálaráðið vil ikki kennast við atfinningarnar og sigur, at Pólland savnar herdeildir á markinum í andsøgn við galdandi avtalur.