Øssur Johannesen og Karsten Vogel hava verið í upptøkuhølunum og innspælt eina tvífløgu við improvisatoriskum tónleiki. Fløgan hevur fingið heitið "The endless flow of the great holy river".
Øssur sigur, at talan er um tónleik, sum bæði er villur, dramatiskur, virtuøsur og intensur, men eisini er andaligur meiri stillur meditativur tónleikur imillum - bæði vakur og tungur.
Øssur Johannesen spælir trummur og akustiskan bass og Karsten Vogel saksofon. Teir hava báðir komponerað og produserað tónleikin, meðan David Springborg hevur tikið upp og ljóðblandað í Thorvaldsen Studio á Frederiksberg í Danmark.
Øssur Johannesen hevur verið rættiliga produktivur í seinastuni. Tað er ikki meira enn eitt gott hálvt ár síðani at hann gav út aðra tvífløgu - tá saman við gittarspælaranum Hans Karl Hansen.