Øssur Johannesen: Listaframsýning og nýggj fløga

Øssur Johannesen hevur í hesum døgum listaframsýning á Psykiatrisk Center Amager, og hevur í tí sambandi givið út tvífløgu

Turið Justinussen
24. oktober 2018 kl. 10:56

Tann 28. septembur lat viðurkendi føroyski fjøllistamaðurin, Øssur Johannesen (f. 1970), eina listaframsýning upp á Psykiatrisk Center Amager í Keypmannahavn. Psykiatriski depilin er limir í EOA - European Organisation Art, og hevur skiftandi listaframsýningar við listi, ið er skaptur av fólki, sum áður hava havt tilknýti til depilin

Evnini í hesu listaframsýningini, sigur Øssur vera Jesus, einglar, demonar, konufólk, sex, sorg, longsul, deyði, innaru portrettir, mánin, havið, eldurin og trøini, sum verður lýst gjøgnum tær fýra árstíðirnar.

Umboðaður á alskyns listasøvnum
Øssur, ið er av Glyvrum, var bara 23 ára gamal, tá hann hevði sína fyrstu serframsýning á Listasavni Føroya. Listin hjá Øssuri er nú umboðað á Listasavni Føroya, á Museum Ovartaci í Århus, á European Art Museum í Frederiksværk og á Sct. Hans Hospitals Museum í Roskilde. Áður hevur hann sýnt fram á millum annað Den Frie Udstillingsbygning, á Kunstnerens Efterårsudstilling og á Leopold Museum í Wien. Harafturat er Øssur við í fleiri bókum um føroyska list.

Dapur myndaheimur
Øssur skilir seg út og er vorðin kendur fyri sín sera ekspressiva stíl. Málningarnir hava greið skap við einføldum penslastrokum, og tað, ið eyðkendir grafikkin í málningunum hjá Øssuri eru tey grovt útskornu andlitini, ið eru so sigandi, at tey krøkja seg í sinnið á tí, sum skoðar tey. Á heimasíðuni hjá Museum Ovartaci í Århus, stendur skrivað um myndaheim hansara, at hann er djúpur, intensur og fullur av mótsetningum, eins og lív hansara er tað. Hetta av tí, at listin, listamaðurin og tilveran fyri ein listamann sum Øssur, ikki kann skiljast at. Listamaðurin er listin og umvent, og tískil hevur Øssur eitt tætt samband til sín sjálvan og síni hugskot, kenslur, inntrykk og úttrykk. Í myndaheiminum er ein afturvendandi myrkur undirtóni í verkum hansara; eitt tunglyndi, álvarsemi og ein føroyskur ráskapur, eisini hóast ljós og mótsetningslitir fáa pláss í myndevninum. Ráleikin rúmar eitt kenslusemi, sum ein upplivir í hesu sterkt ekspressivu listini.

Umframt málningar, tekningar og onnur grafisk verk, skrivar Øssur Johannesen eisini yrkingar og sangir. Í samband við listaframsýningina, er ein tvífløga og bóklingur givin út. Í bóklinginum síggjast tey 38 verkini, ið verða sýnd fram. Tvífløgan, Inner Self, er givin út í samstarvi við Karsten Vogel á Saxofon og Hans Karl Hansen á guitar. Øssur spælir sjálvur trummur og bass, og talan er her um ljóðføris-improvisatiónstónleik.

Listaframsýningin á Psykiatrist Center Amager á Digevej 110, 2300 Keypmannahavn er opin til tann 28. desembur.