Oslo Gospel Choir vitjar aftur í Føroyum

Kórið, sum í november í fjør helt tríggjar konsertir, verður nú aftur at hoyra í Lívdini

Jóannes Hansen
1. oktober 2024 kl. 21:29

Tað var rættiliga stórur áhugi fyri at hoyra kórið, tá ið Oslo Gospel Choir í november í fjør vitjaði í Føroyum. Tá vóru tríggjar konsertir í samkomuhúsinum Lívdini í Hoyvík, og nú verður aftur møguleiki at hoyra kórið, sum man vera eitt tað kendasta í okkara parti av heiminum, og sum verður roknað at vera í heimsflokki.

Talan verður um jólakonsert, sum verður í Lívdini týskvøldið 26. november klokkan 21.

Sagt verður soleiðis um kórið:

Oslo Gospel Choir hevur síðani 1988, saman við kórleiðarinum Tore Aas, bergtikið fólk við við sínum tónleiki og sangi. Yvir 20 ár hava tey hildið á at tala og syngja tann kristna boðskapin um trúgv, vón og kærleika við einum greiðum hjarta, til gleði fyri mong, verður sagt é heimasíðuni hjá Lívdini.