Óskil og popkorn í amerikanska umboðsmannatinginum

Óskil valdar í løtuni í amerikanska umboðsmannatinginum, har republikanski meirilutin ikki kann semjast um, hvør skal vera forfólk fyri tingið

Mynd: Unsplash
Steinar Patursson
5. januar 2023 kl. 10:57

Aftur í dag skal amerikanska umboðsmannatingið í USA koma saman í einari roynd at velja forfólk fyri tingið.

Hetta verður triði dagur á rað, har ein roynd verður gjørd at fáa semju um forfólkið í republikanska meirilutanum, sum higartil ikki hevur megnað at finna eitt uppskot, ið ein meiriluti av tinginum kann taka undir við.

Forfólkið í umboðsmannatinginum skal veljast við absoluttum meiriluta - tað er meira enn helvtin av umboðsmannatinginum.
Neyðugt er hjá McCarthy at tryggja sær 218 atkvøður, men við seinastu atkvøðu fekk hann bert 201 atkvøðu.

Nógv teir flestu republikanararnir vilja hava Kevin McCarthy sum forrmann í umboðsmannatinginum, men ein bólkur av 20 republikanarum hevur noktað at atkvøða fyri McCarthy, sum higartil hevur tapt seks atkvøðugreiðslur um sessin. Tað er tað mesta í søguni hjá amerikanska umboðsmannatinginum.

Millum teir 20 republikanarnar, sum ikki vilja hava McCarthy í formanssessin, eru bæði Lauren Boebert og Matt Gaetz, ið teljast millum mest víðgongdu republikansku umboðsmenninar.

Óskilið í republikanska meirilutanum er funnin fressur hjá demokratiska minnilutanum, og eitt nú Ted Lieu hevur víst sína skaðafrøi við at taka eina mynd av sær við popkorn framman fyri umboðsmannatingsalinum.

Ósemjan um McCarthy hevur av óvart eisini havt við sær, at fyri fyrstu ferð í søguni hava tveir myrkir menn verið í uppskoti til formenn í umboðsmannatinginum.

Allir demokratarnir hava uppstillað og atkvøtt fyri minnilutaleiðaranum, Hakeem Jeffries, og teir 20 andstøðingarnir í republikanska flokkinum hava uppstillað Byron Donalds, sum eisini er myrkur.

Joe Biden hevur viðmerkt, at tað, at tað ikki eydnast at fáa valt eitt forfólk í umboðsmannatingið, er flóvisligt, og at hetta kann skaða umdømið hjá USA uttan fyri landoddarnar.

Sjálvt Donald Trump, fyrrverandi forseti, og sum eisini eigur dyggar stuðlar millum teir 20 frábrótararnar hjá republikanarunum, hevur heitt á umboðsmannatingið um at leggja ósemjurnar til síðis og velja McCarthy til formann.