Ósemja um hvønn verkfallið fer at raka 

Málið kann enda í rættinum

Áki Bertholdsen
12. mai 2024 kl. 11:23

Sum vit hava skrivað fleiri ferðir í gjár, fara tey fýra arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag í verkfall á midnátt í annaðkvøld.

Men tað er ósemja um, hvør tað í roynd og veru er, sum sum er fevndur av hesum verkfallinum.

Bæði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum, vóru skjót at boða alment frá, at arbeiðsfólk hjá almennum stovnum, og kommununum, fara ikki í verkfall, tí tað hava tey ikki rætt til.

Tey siga, at kommunurnar og Fíggjarmálaráðið hava ikki sáttmála við fakfeløgini, sum fara í verkfall. og sostatt eru tey ikki ein partur av trætuni ímillum tey og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Tað, at kommunurnar og stovnar hjá landinum, brúka sáttmálarnar hjá arbeiðarafeløgunum og Føroya Arbeiðsgevarafelag, hevur ikki við sær, at arbeiðarafeløgini kunnu leggja arbeiðið niður á stovnum undir landinum og hjá kommununum, siga tey.

Tey hava nevniliga  ikki heildarsáttmála við arbeiðarafeløgini, leggja tey afturat.

– Arbeiðsfólk, sum arbeiða hjá stovnum undir landinum og hjá kommununum, eru sett í starv einsæris við einstaka arbeiðsgevaran, og eru tey tí ikki fevnd av verkfallinum, siga tey.

Men tað eru arbeiðarafeløgini ikki samd í. Tey vísa á, at verkfallið er galdandi fyri alt virksemi hjá arbeiðarafeløgunum - og fyri øll arbeiðsøki, bæði hjá privatum arbeiðsgevarum, hjá kommunum og hjá almennum stovnum.

Verkfallið fevnir sostatt um allar limir, og øll arbeiðsøki, sum feløgini umboða, siga tey. Tey vísa á, at verkfallini, sum hava verið, fevndu um øll arbeiðsøki hjá privatum arbeiðsgevarum, hjá almennum stovnum og hjá kommununum.

Og verkfallið hesa ferð verður ikki øðrvísi, so tey fara øll í verkfall, siga tey.

Tað merkir, at arbeiðsfólk á almennum stovnum, ellis- og røktarheimum, sjúkrahúsum, Strandferðsluni, og aðrastaðni, fara eisini í verkfall, og eitt nú fer tað at raka reingerðina meint.

Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at fara starvsfólk hjá landinum ella kommunum í verkfall verður tað lagt fyri Fasta Gerðarrættin sum skundmál. 

– Úrslitið er púra givið, tí tey hava ikki rætt at fara í verkfall, leggur hann afturat.