Tað er ein sjálvsstýrissinnaður meiriluti í katalanska landspartatinginum, ið hevur atkvøtt fyri at ein fólkaatkvøða skal haldast um loysing frá Spania. Hetta bleiv avgjørt mikukvøldið 6. september.
Sambært ætlan skulu katalanar greiða atkvøðu longu 1. oktober.
Hetta hevur fingið øði í spanskar stjórnina í Madrid, ið siga at avgerðin gongur ímóti grundlógini. Spanska stjórnin sigur, at hon ætlar at gera alt við sínum politiska og lógarmessiga valdi fyri at forða fyri at fólkaatkvøðan verður hildin 1. oktober.
Spanski forsetin, Mariano Rajoy, hevur tískil kært katalanska tingið fyri grundlógardómstólin, tí fólkaatkvøðan er, sambært grundlógini, ólóglig og hann kallar hetta valdmisnýtslu.
Katalanska stjórnin ætlar at um meiriluti verður fyri loysing, so er tað galdandi, óansæð valluttøku.
Kanningar vísa, at flestu katalanar fegin vilja atkvøða um hetta málið, fyri at fáa tað avgreitt. Tað merkir tó ikki, at teir eru á einum málið hesum viðvíkjandi. Sambært the Guardian eru uml 49,4% av katalanum ímóti loysing frá Spania, meðan 41.1% eru fyri.